Aserbadjan hevur á døgurða í dag havt sín tíðindafund, undan Nations League dystinum móti Føroyum, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45. Venjarin hjá Aserbadjan var fámæltur, men greiður í sínum máli, tá hann bleiv spurdur um vøllin og 14 tímar longu ferðina til Føroyar.
Les eisini: (Vit gita) Stórar broytingar á liðnum
- Eg havi sæð vøllin. Hann er nakað lítil, men tað er líka fyri báðar partar. Tað er rætt, at vit hava ferðast í 14 tímar, men tað er heldur ongin umbering. Vit vilja spæla ein góðan dyst, eru til reiðar og vilja eisini vinna, sigur Gurban Gurbanov, venjari hjá Aserbadjan.
Við á tíðindafundinum var verjuspælarin, Pavel Pashayev. Hann helt fyri, at Føroyar eru eitt gott landsliðið, sum eru sterkir á bóltinum og duga væl at verja, men legði afturat, at hann ætlar at vinna dystin.
Føroyar og Aserbadjan spæla hóskvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. FM1 hevur landsliðsradio frá klokkan 10, har tað millum annað ber til at vinna orginalar AC Horsens og Brann Bergen troyggjur, sum Hallur Hansson og Gilli Rólantsson hava spælt í.