Ásla skiftir AGF út við svenskan fótbólt

Liðskiparin á føroyska landsliðnum skiftir frá AGF til svenska Piteå IF

Mynd: (AGF) Ásla Johannesen í dysti fyri AGF

Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Ásla Johannesen, skiftir frá AGF til svenska Piteå IF. 26 ára gamla Ásla Johannesen hevur spælt við AGF síðani á sumri 2021.

 

- Tað hevur verið ein deilig tíð í AGF, og eg vil fegin takka øllum liðfeløgunum og teimum kring liðið og felagnum fyri tíðina. Tað hevur verið ein lærirík og spennandi tíð. Eg eri eisini blivin glað fyri Aarhus, sigur Ásla Johannesen.

 

Føroyski landsliðsspælarin hevur av álvara valt fótbóltin sum yrkisleið. Hon fór fyrst til FC Nordsjælland saman við Lív F. Arge. Síðani tók hon stigi at skifta til AGF, har hon hevur fingið royndir í bestu deildinií Danmark.

 

- Tað hevur verið ein fragd at arbeiða saman við øllum, sum eru rundan um liðið og gera eitt stórt arbeiði, fyri at menna kvinnufótbóltin í Aarhus. Nú gleði eg meg at sleppa at fylgja við úr Svøríki, har eg fari at royna eina nýggja avbjóðing, sigur Ásla Johannesen í samrøðu við heimasíðuna hjá AGF.

 

Piteå IF spælir í bestu svensku deildini. Felagið bleiv meistari í 2018.

 

Mynd: (AGF) Ásla Johannesen í dysti fyri AGF