At skriva í blindari øði

Forvitnislig grein er prentað í Sosialinum 17. august 2006 eftir Rolf Guttesen við yvirskriftini Meira saft og kraft? Ella: hvat bagir Sosialinum?. Rolfi so líkt fer hann illa við øðrvísi hugsandi við  framvegis Rolfi so líkt  so ivasamari próvførslu, at greinin illa kann annað enn vera skrivað í blindari øði. Lat meg greiða frá.

Jógvan Jacobsen

Rolf leggur út við at leggja blaðmann á Sosialinum undir at skriva grein við ongum sambandi millum yvirskrift og innihald. Hin kritiseraða greinin snýr seg um bókina Sambandsflokkurin í 100 ár, sum kemur út í dag.
Eitt hitt fyrsta, sum eg festi eygað við var, at greinin eftir Rolf Guttesen ikki hevur samsvarandi yvirskrift og innihald. Yvirskriftin, Meira saft og kraft? Ella: hvat bagir Sosialinum?, bendir á, at høvuðsinnihaldið í greinini gongur út upp á, at Rolf Guttesen heldur okkurt vera galið við Sosialinum. Men innihaldið í greinini eftir Rolf Guttesen hevur týðiliga sum endamál at spilla tjóðskaparhetjuna Jóannes Patursson út.
Hvat hevur Jóannes Patursson, sum doyði í 1946, við atferðina hjá Sosialinum í 2006 at gera? Einki! Og hvat hevur Jóannes Patursson, sum ongantíð á ævi síni var sambandsmaður, við søgu Sambandsfloksins at gera? Ikki eitt einasta petti!
Men, í blindari øði móti øðrvísi hugsandi megnaði Rolf Guttesen at gera tað sama, sum hann legði blaðmannin á Sosialinum undir at gera. Hann skrivaði grein uttan samanhang millum yvirskrift og innihald.
Rolf Guttesen er annars ikki óvanur við at fara illa við øðrvísi hugsandi fólki. Tað var t.d. Rolf Guttesen, sum á sinni fyrst legði orð í munnin á Høgna Hoydal um USA og Pentagon og síðan skírdi somu orðini idiotisk. Høvuðsendamálið ta ferðina var at rættvísgera, at hann skírdi orðini hjá Høgna Hoydal idiotisk.
Men, í blindari øði móti øðrvísi hugsandi megnaði Rolf Guttesen at gera tað sama við síni egnu orð, sum hann royndi at gera við orðini hjá Høgna Hoydal. Hann skírdi síni egnu orð idiotisk.
Slík grundgeving eitur strámansgrundgeving. At spilla deyð fólk út er annars lítið øðrvísi enn strámansgrundgeving. Deyð fólk kunnu ikki verja seg, júst sum strámenn. Men tað er munin ússaligari at spilla deyð fólk út.
Rolf Guttesen ger í greinini nógv fyri at seta Jóannes Patursson í nazistiskt selskap. Próvførsla hansara er  lat meg siga tað milt  ivasom. Týsku nazistarnir plagdu annars at spilla fólk fyri at vera øðrvísi ella fyri at hugsa øðrvísi enn teir sjálvir.
Men, í blindari øði móti øðrvísi hugsandi megnaði Rolf Guttesen at gera tað sama við seg sjálvan, sum hann royndi at gera við Jóannes Patursson. Hann setti seg sjálvan í nazistiskt selskap.
Halt bara fram at skriva í blindari øði, Rolf. Tað gongur jú so sera væl hjá tær!
í Gundadali 18. august 2006