Átalar harðliga Jenis av Rana

Tað er fallið formanninum í Føroya Lærarafelag, Jákup Eli S. Olsen fyri bróstið, at landsstýrismaðurin sigur, at varaskúlastjórin í Vestmanna skúla longu er søgd úr starvi. Tí tað er hon ikki

– Hon er søgd úr starvi, og tað er ein rættur, sum stjórin hevur, og tað gera vit einki við, segði Jenis av Rana við kringvarpið í gjár.

Formaður lærarafelagsins segði við Kringvaprið á middegi, at varaskúlastjórin ikki er søgd úr starvi, men hevur fingið ætlanarskriv um at verða søgd úr starvi

Men tað er hon ikki, vísir fakfelagsformaður hennara á. 

– Hon hevur fingið eitt ætlanrskriv um at vera søgd úr starvi.

Jenis av Rana segði, at skúlastjórin er sjúkrameldað í tvær vikur og kemur síðani aftur til arbeiðis sum skúlastjóri.

Hetta fekk læraraformannin at stúrsa við.

– Hann segði, at varaskúlastjórin er søgd úr starvi, men taðer varaskúlastjórin ikki.  Hon hevur fingið eitt ætlanarskriv til uppsøgn, og tí vil eg harðliga átala, at landsstýrismaðurin orðar seg so, segði Jákup Eli S. Olsen.

– Hatta líkist ongum, at landsstýrismaðurin á henda hátt. Tí tá sigur hann hvat úrslitið skal vera frá eini partshoyring, so tekur tað grundarlagið undan viðgerðini av hesum málum, og tað setir rættartrygdina hjá varaskúlastjóranum til síðis. 

Formaðurin í lærarafelagnum vísir á, at tá tú fært eitt ætlanarskriv sum partur av eini hoyring, og tað er ikki vist, at tað altíð endar við eini uppsøgn. Tað vita vit ikki, fyrr enn ein partshoyring hevur verið.

– Tí líkist tað ongum, at landsstýrismaðurin sigur og endurtekur hvat úrslitið skal vera, tí tað má partshoyringin vísa og viðgerðin av tí, segði Jákup Eli S. Olsen.