Atgongumerkjasølan til FMA 2024 er byrjað

Faroese Music Awards (FMA) 2024 verður leygarkvøldið 9. mars í Norðurlandahúsinum. Tónleikasamband Føroya (TSF) skipar fyri tiltakinum, og Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið eru samstarvsfelagar

Hetta er annað árið á rað at TSF skipar fyri FMA, og siga tey, at tey næsta ár fara at stremba eftir at hava eitt eins gott tiltak, sum í ár við livandi tónleiki og virðislønahandanum. Hvørji nøvnini verða, kunnger TSF tíðliga í komandi ári. 

 

Tiltakið verður sent í beinleiðis sjónvarpssending hjá KVF, men tað er eisini gjørligt at ogna sær atgongumerki til tiltakið og verða til staðar, tá føroyskur tónleikur verður fagnaður saman við øllum Føroyum. 

##med2##

 

Atgongumerkini kunnu longu nú keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.3##med2##