Atlantic flýgur áskoðarar beinleiðis til HM-endaspælið í Týsklandi

Atlantic Airways fyrireikar nú beinleiðis flogferðir úr Føroyum til HM-endaspælið hjá monnum í hondbólti, sum verður spælt í Týsklandi í januar 2027.

Eftir at føroyska manslandsliðið fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur tryggjað sær pláss í einum HM-endaspæli, er stórur áhugi millum føroyingar at fylgja liðnum á staðnum. Men samanborið við EM-endaspælið í Oslo fyrr í ár verða munandi færri atgongumerki tøk til føroyskar áskoðarar, og tí verður lutakastið í morgin 10. juni avgerandi fyri, hvussu nógvar flogferðir Atlantic Airways kann seta inn til kappingina.

 

– Vit gera okkara fyri at tryggja, at so nógv sum gjørligt kunnu flúgva beinleiðis úr Føroyum til dystirnar. Men talið av flogferðum er treytað av, hvussu nógv atgongumerki verða tøk hjá føroyskum viðhaldsfólkum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

 

Færri atgongumerki enn til EM

 

Hondbóltssamband Føroya hevur upplýst, at fyrireikararnir av HM-endaspælinum hava skipað atgongumerkjasøluna á annan hátt enn til EM-endaspælið í Oslo. Størsti parturin av atgongumerkjunum fór longu til sølu í desember, og í fleiri bólkum eru nógv atgongumerki longu seld. Í summum bólkum er útselt frammanundan.

 

Bert eitt avmarkað tal av atgongumerkjum er lagt av til hvørt luttakandi land. Talið av atgongumerkjum til føroyskar áskoðarar verður frá nøkrum fáum hundrað upp í túsund, alt eftir hvørjum londum Føroyar koma í bólk við.

 

Hetta hevur beinleiðis ávirkan á ferðingina úr Føroyum.

 

– Vit vita, at støðan við atgongumerkjum til dystirnar verður meira avbjóðandi, og tí mugu vit laga flogferðirnar eftir eftirspurninginum, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Lutakastið gevur svarini

 

Lutakastið til HM-endaspælið verður mikudagin klokkan 16 føroyska tíð. Tá verður greitt, hvønn bólk Føroyar koma í, hvørji mótstøðuliðini verða, og í hvørjum býi føroysku dystirnir verða spældir. Tað er longu greitt, at Føroyar ikki koma í bólk við Fraklandi ella Italia og heldur ikki koma at spæla í Stuttgart.

 

Tá lutakastið er avgreitt, fer Atlantic Airways beinanvegin undir endaligu fyrireikingarnar av flogferðunum.

 

Til reiðar til millumrunduna

 

Í HM-endaspælinum koma trý av teimum fýra liðunum í hvørjum bólki víðari til millumrunduna. Skuldi tað eydnast Føroyum at spæla seg víðari, ætlar Atlantic Airways eisini at skipa fyri beinleiðis flogferðum til dystirnar í millumrunduni.

 

– Vit vilja gera tað lætt og einfalt hjá føroyskum áskoðarum at fylgja landsliðnum allan vegin. Um Føroyar røkka millumrunduni, eru vit eisini til reiðar at flúgva viðhaldsfólkini hagar, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Atlantic Airways fer at kunngera nærri upplýsingar um fráferðir, ferðaskrá og prísir seinni í hesum mánaðinum.