Við yvirskriftini ?Ugens aktie: Olieeventyr med potentiale? umrøður danska heimasíðan borsen.dk positivu gongdina hjá Atlantic Petroleum á partabrævamarknaðinum Danska blaðið Børsen á netinum fylgir væl við í utviklinginum hjá tí føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum. Í gjár var stór grein á www.borsen.dk/finans um gongdina hjá felagnum á partabrævamarknaðinum.
Blaðið skrivar m.a. at við einum methøgum oljuprísi og týðandi oljufundi í havinum út fyri Írland gongur partabrævið hjá Atlantic Petroleum eini sera gevandi tíð á møti. Analytikarar meta, at partabrævið hjá fyritøkuni, sum er á danska virðisbrævaskálanum, er nógv meira verd enn núverandi partabrævakursurin avspeglar.
-Tag en rekordhøj oliepris. Tilsæt lave estimater og en stor sjat nordsøolie, og så har du en ret, der kan behage de fleste investorer. Det er menuen hos det færøske olie- og gasselskab, Atlantic Petroleum, der for længst har gjort sig bemærket hos investorerne på fondsbørsen skrivar Børsen m.a. Eftir bara einum ári er partabrævið hjá AP hækkað við umleið 170% til kurs 1585.
Analytikarin Stig Nymann hjá Gudme Raaschou Bank, sum greinar gongdina hjá Atlantic Petroleum, viðgongur fyri borsen.dk, at bankin við einum kursmáli uppá 1700 hevur ? et stærkt konservativt skøn? uppá partabrævakursin.
Bankin byggir núverandi partabrævamálið á ein oljuprís uppá einans 55 dollarar fyri tunnuna. Verandi oljuprísur er harafturímóti meira enn 60% hægri.
Prísurin á olju náddi fríggjamorgunin 92 dollarum fyri tunnuna. Hetta kemst av sera lágum oljugoymslum í USA og ótti fyri órógvi á útflutninginum úr Miðeystri. Prísurin á norðsjóvarolju er 88,2 dollarar skrivar borsen.dk. Metingar siga, at oljuprísurin kann røkka 100 dollarum. Tað veldst serstakliga um vit fáa ein kaldan vetur. Ein kann bara ímynda sær positivu gongdina hjá AP partabrævinum, um oljuprísurin heldur fram at hækka.
Føroyska oljufelagið hevur eitt marknaðarvirði uppá 1,8 mia. r. skrivar Børsen á netinum.