Atlants Kolvetni ætlar sær týðandi upplýsingar

Føroya oljufelagið Atlantic Petroleum hevur ikki ynskt at vaksa um sín lut í nýggja basaltbrunninum, hóast tað hevði møguleika til tess. Felagið metir upplýsingarnar tað kann fáa vera meira týðandi enn ein størri prosentpart í boringini

Basaltbrunnar

Wilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni er sera fegin um nýggju avtaluna um at bora á basaltinum í 06 Henda nýggja avtalan er partur av tí fyrstu avtaluni felagið gjørdi við Faroes Partnership, har AP eina rættiliga góða avtalu, og sum síðani hevur verið týdningarmesti byggisteinurin í menningini av felagnum.

Hann sær nógvar fyrimunir við avtaluni: -Vit sleppa at fylgja við í brunninum, sum vit upprunaliga vóru partur av. Hetta er eitt sera áhugavert og stórt prospekt. Tað økir eisini um skaran av feløgum, sum vit samarbeiða við. Og tað hevur víst seg, at tað eru har møguleikarnir skapast, nevniliga í samstarvi við onnur feløg.

Ì 1. útbjóðing luttók AP við 0,1 % men hevði rætt til at økja um partin til 5% í eini optión. Ì nýggjastu avtaluni heldur henda optión fram. Nú hevur felagið tó minni part, tilsamans 0,03 og kann tað fara uppá 1,3% í eini møguligari optión.

Wilhelm Petersen vísir á, at tað var ein sera góð avtala felagið gjørdi í síni tíð, og sum nú verður flutt víðari til nýggju boringina tó við færri prosentum, nú nógv fleiri feløg eru um at býta køkuna.

-Nú PetroCanada ikki vildi vera við í hesi avtaluni skilst, at Atlants Kolvetni kundi vaksið munandi um sín part. Hvussu ber tað til, at tit ikki tóku av hesum møguleika?

-Vit hava alla tíðina havt ta strategiina at varðveita avtaluna frá loyvinum frá 1. útbjóðing. 1,3% í einum stórum fundi er eisini rættiliga áhugavert fyri AP, og ikki minst tann sannroynd, at vit hava atgongd til tey data, sum koma frá hesum brunninum, og sum vit kunnu brúka víðari í tveimum øðrum loyvum, sum vit eiga 40% í.

Wilhelm Petersen staðfestir, at Atlants Kolvetni við hesi avtaluni tekur ongan váðan men varðveitir møguleikan at vaksa um sín part. -Vit hava einki ynski havt um at økja henda partin enn meira men heldur varðveita somu strategiiina.

-Hevði tað ikki verið meira hugaligt fyri tykkara partaeigarar, nú tit eru við í eini spennandi boring, at tit átóku tykkum størri part, tí tá vildu inntøkurnar verið tilsvarandi størri, um rakt verður við olju?

-Vit hava sum sagt 40% í tveimum øðrum loyvum, sum er ein rættiliga stór eksponering í hesum økinum.