Atletico koyrir á

Porto vann 1-0 á útivølli og Atletico Madrid 3-1 á heimavølli

Sum oftast standa øll hini sponsku feløgini meiri og minni í skugganum av Barcelona og Real Madrid. Tað kann væl vera, at tað eisini í ár fer at enda soleiðis, men fyribils roynist tað sera væl hjá Atletico Madrid. Liðið hevur vunnið allar dystirnar í heimligu landskappingini, og í kvøld eydnaðist tað at vinna 3-1 á heimavølli ímóti russiska Zenit.

Í 1. hálvleiki, tá ið málmøguleikarnir vóru fáir og smáir, skoraði Miranda einsamalla málið fimm minuttir undan steðginum. Kokes sendi horna innfyri, og Miranda stýrdi við høvdinum bóltin í málið og harvið 1-0 Atletico leiðslu.

Russararnir vóru væl við fyrstu løtuna eftir steðgin, og eftir ein tíma javnaði brasilumaðurin Hulk, tá ið hann smekkaði bóltin í málið, og lítla løtu seinni sendi russiska liðið fríspark á tvørtræið. So svaraði heimaliðið aftur.  Eftir aftur og fram skoraði Arda Turan, og innskifti brasiliumaðurin Leo Baptistao staðfesti  3-1heimasigurin.

Porto úr Portugal vann 1-0 á útivølli ímóti Austria Wien. Sigursmálið skoraði Lucho Gonzalez tíggju minuttir eftir steðgin.