Í kvøld spælir føroyska A-landsliðið móti Malta í Nations League kappingini. Liðskiparin, Atli Gregersen, er í sínum vanliga góða lagi, og hevur nógv at siga undan dystinum.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
- Hetta er spennandi og deiligt at vera saman við dreingjunum aftur. Hetta er ein risa uppgáva, eisini mentalt. Vit vilja so gjarna vinna og fáa eina góða byrjan, sigur Atli Gregersen.
Hann heldur tó lítið um, at Brandur Hendriksson Olsen í FSF Varpinum í gjár segði, at teir yngru hava vunnið innanhýsis dystin móti teimum eldru í trý ár. Hann kallar tað fyri “fake news”.
Les eisini: (FSF Varpið) Brandur Hendriksson fegnast um sigurin á teimum eldru
- Eg eri harmur um, at tú og Brandur Hendriksson Olsen borðreiða við “fake news” í FSF Varpinum, har tit siga at teir yngru hava vunnið seinastu trý árini. Tað passar ikki. Eg havi tvey børn og royni at læra tey, at tú skal siga sannleikan. Nú má eg so taka eitt prát við Brand, um at lúgva fyri opnari mikrofon, sigur Atli Gregersen argandi á málinum.
Gunnar var ein "tjúkkibolli"
Tað er eisini greitt, at ungi liðfelagin úr Víkingi, Gunnar Vatnhamar, verður við frá byrjan á høgra bakki. Hann skal spæla undir liðini á liðskiparanum, meðan stóribeiggin, Sølvi Vatnhamar, verður á høgra miðvøllinum.
Les eisini: Gunnar Vatnhamar byrjar inni
- Fyri nøkrum árum síðani stóð Gunnar í Sarpugerði sum ein – orsaka orðavalið – 15 ella 16 ára gaml tjúkkibolli. Eg minnist at eg hugdi upp á Sølva og spurdi, um hann var vísur í at teir vóru beiggjar. Men sikken ein menning, sum hann hevur verið fyri. Hann er ein vinnari, sum allatíð roynir at blíva betri enn beiggi sín. Tað er ikki so galið, tá Sølvi er ásins spælari tvey ár upp í slag. Uttan at eg eigi nakran lut í tí, so eri eg stoltur av honum, sigur Atli Gregersen upp á ein máta, sum næstan bara hann kann.
Vit skulu toppa nú
Liðskiparin heldur eisini, at hetta landsliðið hevur eginleikarnar og royndir, sum skulu til at bjóða av í Nations League, har vinnarin fær eitt atgongumerki til EM 2020-endaspælið.
- Hetta er lutfalsliga ungt lið, sum hevur verið í gjøgnum nógv. Eg haldi at tíðin er komin, at vit toppað við hesum liðnum. Her er nógvir fantastiskir spælarar á liðnum, og vit eru til reiðar til tær avbjóðingarnar, sum koma, sigur Atli Gregersen.
Dysturin móti Malta byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda við landsliðsdámi longu frá klokkan 10. Møguleiki verður at vinna tvær landsliðstroyggjur, sum allir spælararnir hava skrivað á. Eisini verður møguleiki, at vinna ein Arminia Bielefeld troyggju við “14 Edmundsson” á rygginum og autograf.