Átta frystilínuskip eru til fiskiskap

Hinvegin er einki ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni. - Streymurin er góður, men harðnar, sum næsta vika gongur.

Í løtuni liggja øll ísfiskalínuskipini, men møguliga fer okkurt avstað fyri páskir.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at átta frystilínuskip eru til fiskiskap.

 

- Fimm fiska í føroyskum sjógvi, eitt í íslendskum, og tvey eru í grønlendskum sjógvi.

 

Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er góður, men hann harðnar, sum næsta vika gongur.

 

- Veðrið verður hampiligt, men av tí, at páskirnar stunda til, er ikki væntandi, at tað verður so nógvur útróður.

 

 Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir, sum fiska við línu, fáa mest av hýsu og eitt sløð av toski.