Átta grønlendsk skip fiska í altjóða sjógvi

- Sjey av átta skipum landa sína makrelveiði í Føroyum, og eitt av skipunum landar í Íslandi.

 

 

 

Aftur í ár hava grønlendsk skip til fánýtis leitað eftir makreli út fyri Eysturgrønlandi, men nú fiska átta grønlendsk skip í altjóða sjógvi norðanfyri.

 

Sermitsiaq skrivar, at frá endanum av juni til miðjan juli leitaðu fleiri grønlendskir trolarar til fánýtis eftir makreli í grønlendskum sjógvi. 

 

Norðan fyri er stórt altjóða havøki, og tað er í hesum øki, at grønlendsku skipini fiska.

 

Sermitsiaq vísir á, at sjey av átta skipum landa sína makrelveiði í Føroyum, meðan skipið Ilivileq landar veiðina í Íslandi.

 

Í greinini verður eisini víst til eina uppgerð hjá grønlendsku fiskivinnuumsitingini frá 5. august sum sigur, at grønlendsku skipini eftir trimum vikum høvdu fiskað 12.000 tons av makreli.

 

Grønlendsku myndugleikarnir hava ásett grønlendskum skipum eina makrelkvotu í ár á 60.000 tons.