Av og á taki eg synd í summum av javnaldrum mínum

sigur 79 ára gamli Rynkeby súkklarin

- Eg havi ætlað at melda meg til Team Rynkeby fleiri ferðir, men eg havi ongantíð fingið tað í lag. Í fjør møtti einum kammerati, sum hevur verið á Rynkeby liðnum fyrr. Hann spurdi, um eg ikki fór at melda meg til, og eg bað hann bara gera tað fyri meg, tí eg fekk tað ikki upp í lag, sigur 79 ára gamli Jack Højgaad, sum er elsti maður á føroyska Rynkeby liðnum, sum í hesum døgum er ávegis til til París á súkklu.

 


- Eina tíð eftir hetta var eg farin ein súkklutúr, og møtti honum tá aftur á súkklu, og hann sigur tá til lukku við meg, tí eg var sloppin á liðið, flennir hann.

 

 

 

Jack Højgaard leggur afturat, at hann var glaður um tíðindini, og súkklutúrurin út á Toftir varð lættari tann dagin. 

 

 

Jack Højgaard er við sínum 79 árum elsti súkklari á føroyska Team Rynkeby liðnum í ár. Tað er ongin loyna, at hann heldur sær væl og sær væl yngri út enn nógvir javnaldrar.

 

 

Spurdur hvør uppskriftin er, til at verða so væl fyri sum hann, tá ein gongur í móti teimum 80, sigur hann, at tað er umráðandi at røra seg nógv og at ansa væl eftir heilsuni.

 

 

- Um tú onki gert kropsliga, so passar tú ikki væl uppá heilsuna. Tað sært tú eisini tá menn, sum hava arbeitt nógv og knappliga onki gera, stirna og orka bara minni og minni. Soleiðis er eisini við einum motori, sum stendur stillur. Tá verður knappliga okkurt galið alla tíðina. Man hevur tað nógv best um man rørir seg nógv, sigur hann avgjørdur.

 

 

- Av og á taki synd í summum av javnaldrum mínum, tá eg súkkli framvið, tí tað er tungt ikki at orka nakað. Eg eri øgiliga glaður fyri heilsuna, men veit eisini, at tað skjótt verða eitthvørt, sum fer at bila, tá man er komin í ein slíkan aldur sum eg, sigur hann.

 

 

 

Les alla samrøðuna við 79 ára gamla súkklaran í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú.