Av Skarv í Miðlahúsið

Fyrsta konsertina á øðrum parti av konsertferðini hjá Brekkubrothers verður á Skarv leygarkvøldið, síðsta konsertin á ferðini er í Miðlahúsinum í Vágsbotni

Tónleikur
 
Eftir at hava verið á venjingarlegu í 6 dagar fara Brekkubeiggjarnir nú undir seinnu helvt av konsertferð teirra, ein ferð í gongur úr Danmark til Svøríki, til Noregs, til Danmarkar og heim til Føroyar. Fyrsta konsertin er leygarkvøldið á Skarv.
 
Sum vit áður hava nevnt skal bólkurin spæla saman við sera prominentum nøvnum innan tann skandinaviska jazzheimin, og bólkurin sigur, at hann nú  er toptunaður til hesa sera spennandi uppgávu.
 
Brekku Brothers skrivaði í summar undir fløgusáttmála við Landing Duck Records, og
miðskeiðis í konsertferðini fara Brekku Brothers í studio at innspæla Brekku Brothers Vol II sum verður útgivin næsta vár á Landing Duck Records.
 
Konsertskrá.
 
30. september  Skarv, Keypmannahavn (Við Søren Bebe, klaver)                                                                 
3. oktober  Nordens Folkhøgskola, Biskops Arnø  (Við Peter Asplund, trompet)
5. oktober  Lillestrøm Jazzklubb, Lillestrøm (Við Ole Jørn Myklebust, trompet)
7. oktober  Herr Nilsen Jazzklubb, Oslo (Við Ole Jørn Myklebust, trompet)
9. oktober  Hospitalet i Østfold, Sharpsborg(Við Ole Jørn Myklebust, trompet)
12. oktober Under Hunden, Holstebro (Við Søren Bebe, klaver)            
13. oktober Mellerup efterskole, Randers (Við Søren Bebe, klaver)
13. oktober Føroyahúsið, Keypmannahavn (Við Søren Bebe, klaver )
14. oktober Frokostjazz Rampelyset, Silkeborg (Við Søren Bebe, klaver.)
14. oktober Áarstova, Aarhus (við Søren Bebe, klaver )   
28. oktober Miðlahúsið í Vágsbotni, Tórshavn (við Ólavi Olsen, trompet)