Av Tórsvølli til Chelsea fyri eina hálva milliard

Premier League: Marc Cucurella var ein U21-landsliðsspælari, tá hann spældi á Tórsvølli

Mynd: (Bjarni Enghamar) Marc Cucurella (t.v) í dysti móti U21 landsliðnum á Tórsvølli í 2022

Tað eru tvey ár síðani, at Marc Cucurella og spanska U21-landsliðið vann 2-0 á Føroyum á Tórsvølli. Á vinstra bakki spældi liðskiparin Marc Cucurella. Hann spældi tá við Getafe í Spania. Í dag er hann seldur frá Brighton til Chelsea fyri áleið eina hálva milliard krónur.

 

Hann var lívligur í dystinum á Tórsvølli. Hann er eisini skjótur at leggja merki til við stóra og krúlluta faksinum. Hann skifti stutt seinni til Brightoní Premier League fyri áleið 100 milliónir krónur. Í summar hevur verið boðkríggj millum Manchester City og Chelsea, fyri at fáa fatur á vinstra bakkinum.

 

Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, var fyrstu at bjóða. Hann er eins og Marc Cucurella uppvaksin í FC Barcelona. Tí væntaðu tey flestu, at Marc Cucurella passaði sum fótur í hosu til City, men Brighton vildi ikki lata hann fyri 400 milliónir krónur, skriva enskir miðlar.

 

Fyri tveimum døgum síðani visti væl vitandi ítróttarskrivarin, Fabrizio Romano, at siga at Chelsea hevði keypt Marc Cucurella fyri eina hálv milliard krónur. Brighton svaraði aftur, at einki var komið upp á pláss. Í dag er skiftið komið upp á pláss. Hann er nýggjur í Chelsea saman við Raheem Sterling, Kalidou Koulibaly, Carney Chukwuemeka og Gabriel Slonina.

 

Mynd: (Bjarni Enghamar) Marc Cucurella (t.v) í dysti móti U21 landsliðnum á Tórsvølli í 2022