Ávara um eiturgass í Donetsk

Seinastu tíðina hava harðir bardagar verið í útryðjuni av Donetsk, har ukrainski herurin hevur valdið.

Útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at eitt byggjarí í ukrainska býnum Donetsk í gjár varð rakt í einum ukrainskum álopi.

 

Loysingarfólk í økinum ávara nú borgararnar um eitrandi evni, sum kunnu standast av álopinum, og her er talan um ammoniakk.

 

Heitt verður á fólk um at hava vindeyguni aftur og at halda seg innandura.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at eiturgass kann merkjast einar tveir kilometrar kring byggjaríið.

 

Donetsk hevur verið stýrdur av loysingarfólki síðan 2014, og her hava verið harðir bardagar - longu langt áðrenn Russland leyp á Ukraina í februar.

 

- Seinastu tíðina hava harðir bardagar verið í útryðjuni av býnum, har ukrainski herurin hevur valdið, skrivar NTB.