Ávaring: Fleiri sløg av kipsi eru heilsuskaðilig at eta

Fyrst var ávarað ímóti einu ávísum slagi, men nú verður ávarað ímóti fleiri sløgum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan herðir nú ávaringina ímóti ymsum sløgum av kipsi, sum er at fáa í handlum í Føroyum. Á ólavsøku varð annars ávarað ímóti einum ávísum slagi av kipsi, nevniliga Santa Maria Tortilla Chips Organic, 125 gramm – saltaði, og sum eru best fyri 27.07. 2022

 

Men nú verður ávarað ímóti fleiri sløgum av kipsi afturat. Talan er eisini um ymisk sløg av vistfrøðiligum Tortilla kipsum, men nú verður eisini ávarað ímóti kipsi frá Coop

 

Talan er um:

 

ØKO Irmas Hverdag Tortilla Chili

Nettovægt: 125 gram

EAN: 5718140452270.

 

Talan er um øll kips, sum eru best fyri 01.01.2023, ella fyri tað.


ØKO Irmas Hverdag Tortilla Salt

Nettovægt: 125 gram

EAN: 5718140452331

Talan er um øll kips, sum eru best fyri 29.12. 2022 eller fyri tað.


ØKO Änglamark Tortilla Chili

Nettovægt: 125 gram

EAN: 7340011450962

Talan er um øll kips, sum eru best fyri 02.12.2022, ella fyri tað.

 


ØKO Änglamark Tortilla Salt

Nettovægt: 125 gram

EAN: 7340011450955

Talan er um øll kips, sum eru best fyri29.12. 2022 ella fyri tað.

 


ØKO 365 Økologi Tortilla Chips Chili

Nettovægt: 125 gram

EAN: 7340011462811

Talan er um øll kips, sum eru best fyri 01.01. 2023 ella fyri tað.


ØKO 365 Tortilla Chips Salt

Nettovægt: 125 gram

EAN: 7340011462828

Talan er um øll kips, sum eru best fyri 29.12. 2022 ella fyri tað.

 

Orsøkin til ávaringinga er, at vandi er fyri at kipsini eru dálkað við atropin og scopolamin. Atropin og scopolamin eru evni, ið finnast í plantum, ið vanliga vaksa ímillum maisplantur. Tá ið tær verða heystaðar, kunnu fræ við hesum báðum kemisku evnum, av misgávum, verða blandað uppí maisið, sum verður brúkt at gera Tortilla kips burtur úr.

 

Tey, sum eta kips við hesum evnum í kunnu fáa ymsik sjúkutekin, eitt nú kann tað ganga út yvir sjónina og hjartarútmuna, og fólk kunnu verða turr í munninum. Tey, sum fáa hesi sjúkutekin, eiga at fara til lækna, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

Matvørueftirlitið í Danmark metir, at vaksin tola í mesta lagi at eta 22 gramm av dálkaðum kipsi og børn tola bara at eta átta gramm, áðrenn tey fáa sjúkutekin.

 

Tí verur mælt til at tveita kipsini burtur, ella at lata tær aftur í handilin, haðani tær eru keyptar.