Avdúka framtíðar bústaðir

»Bústaðir« – fyrr Húsalánsgrunnurin – útskrivaðu herfyri opna hugskotskapping um at skapa eitt serstakt umhvørvi - ein vælvirkandi og framtíðarvendan býarpart.

Í dag verða tey 19 innkomnu uppskotini víst fram, og tey fara at avdúka vinnandi verkætlanirnar.

Bústaðamynstrið í Føroyum skal fjøltáttast. Sambært heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur, sum varð løgd fram í síðstu viku, forða núverandi bústaðarmøguleikar fyri fleksibiliteti. Tí skulu 100 leigubústaðir byggjast um árið komandi 5-7 árini. Í november 2012 skrivaðu Bústaðir og Arkitektafelag Føroya út arkitektakappingina “Skapa ein býling oman Mattalág” - eitt ítøkiligt stig til at byggja ein nýskapandi og spennandi býling mitt í Havnini.

Oman Mattalág skal vera sýnisgluggi fyri komandi bygging í Føroyum. Tí var tað ein treyt, at innsendu hugskotini skulu vísa á, hvussu umhvørvi og orkunýtsla kunnu spæla saman í arkitektonisku heildini. Luttakararnir í hugskotskappingini kundu gera uppskot til allan býarpartin ella til einstøk íbúðarsnið, og sigast má, at væl kom burturúr. 19 uppskot komu inn, og nú fær almenningurin høvi at síggja innkomnu uppskotini.

Framsýning og avdúking av vinnandi uppskotunum Framsýningin av innkomnu uppskotunum letur upp nú klokkan 15 – og klokkan 15:30 verða vinnandi uppskotini avdúkað.