Avgjaldshækkingar viðgerast á tingi í dag

Í dag fer Løgtingið at umrøða uppskotini hjá Jørgen Niclasen um avgjaldshækkingar á bensin, diesel, tungolju og vegskatt

 

Tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin. Tí skulu pengar fáast inn á annan hátt. Og tað verður gjørt við at leggja eyka avgjøld á bensins, diesel og tungolju – og við at leggja 300 krónur í eykaskatti á allar bilar í Føroyum.

Tað er soleiðis, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og samferðslumálum, Jørgen Niclasen, ætlar at fíggja ókeypis koyringina í tunlunum.

Men tað er ikki vist, at avgjaldshækkingarnar verða samtyktar á tingi, tí ein ávís ónøgd er um tað í samgonguni.

Andstøðan tekur ikki undir við uppskotunum, og tí bendir nógv á, at samferðslupakkin, sum landsstýrið nevndi avgjaldshækkingar og hini málini í hesum sambandi, helst verður broytt.

Í Fólkaflokkinum eru fólk, sum hava lovað, at ongar avgjaldshækkingar verða gjørdar yvirhøvur. Og ítøkiliga hava í hesum sambandi veirð nevnd júst avgjaldshækking á bensin, diesel, olju og vegskatt. 

Heldur ikki er full semja um, at tað skal vera ókeypis at koyra í tunlunum. Eitt nú er onkur í Fólkaflokkinum sum er fyri brúkaragjøldum heldur enn avgjaldshækkingum.

Tí er væntandi, at uppskotini verða broytt í fíggjarnevndini, sum fer at viðgera tey eftir 1. viðgerð á tingi í dag.

Skráin fyri tingfundin í dag klokkan 13 er annars hendan:

1. Atkvøðugreiðsla SS-004/2021 - Nýtt vaktar- og bjargingarskip fyri Tjaldrið

2. Atkvøðugreiðsla SS-005/2021 - Greiningar- og viðgerðarmiðstøð í sambandi við rehabilitering, venjing og endurvenjing.

3. Atkvøðugreiðsla SS-006/2021 - Framtíðarstøða Kringvarp Føroya.

4. Atkvøðugreiðsla SS-007/2021 - Barnaverndarlógin

5. Atkvøðugreiðsla SS-008/2021 - Fiskirættindi, sum nú skulu verða knýtt at egnum fiskifari við veiðiloyvi

6. 1. viðgerð LM-057/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broytingar í tveimum løgtingslógum, ið broyta løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Leingjan av gildistíð vegna COVID-19)

7. 1. viðgerð LM-044/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Samferðslupakkin. Hækking av avgjaldi á brenniolju, fuelolju - eisini nevnd tungolja)

8. 1. viðgerð LM-045/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur (Samferðslupakkin. Avtøka av ferðastuðli gjøgnum undirsjóvartunlar, broytt áseting um stytstu farleið og áseting um at søkt verður talgilt)

9. 1. viðgerð LM-046/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (Samferðslupakkin. Hækking av veggjaldinum og umhvørvisgjaldinum)

10. 1. viðgerð LM-047/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Samferðslupakkin. Hækking av avgjaldi á bensini og dieselolju)