Avlýsa Sundalagsstevnuna

Kappróðurin verður tó framvegis - møguliga uttan áskoðarar

Vegna óvissuna, sum koronastøðan hevur við sær í løtuni, hava fyriskipararnir av Sundalagsstevnuni valt at avlýsa stevnuna. Kappróðurin verður tó framvegis, men óvist er, hvussu verður við áskoðarum til róðurin.  

 

– Ein góð og áhugaverd skrá var fyrireikað til Sundalagsstevnuna, men fleiri av tiltøkunum eru ikki ráðilig at hava, tí tey neyðugu tilmælini ikki kunnu haldast, verður sagt.

 

– Tí er semja um at avlýsa stevnuna. Fyriskipararnir ynskja ikki at hava eina hálva stevnu.

 

Fyriskipararnir harmast um støðuna, men kollfirðingar kunnu fegnast um, at ætlanin er at skipa fyri »Kollafjarðardøgum« eitt vikuskifti í september.

 

Júst hvussu Kollafjarðardagarnar fara at ganga fyri seg, vita fyriskipararnir ikki enn, men ætlanin er at hava eitt stuttligt og áhugavert vikuskifti við ymiskum tiltøkum fyri alla bygdina.