Avlýsingar og landgongd í ólagi

Hósdagin, í morgin, avlýsir smyril túrar, boðar SSL frá á ssl.fo.

 

Vegna kravda dagføring av mes-støðunum umborð á Smyrli verða hesar avlýsingar á leið 7: Hósdagin 28. september verða túrarnir av Havnini kl. 8:45 og av Krambatanga kl. 11:30 ikki sigldir. Harumframt lækkar ferðafólkatalið úr 975 í 543 ferðafólk, skrivar ssl.fo.

 

Í dag komu eisini hesi boð á ssl.fo:

 

Landgongin á farstøðini í Havn er í ólagi. Ferðafólk við Smyrli verða tí biðin um at fara umborð og í land eftir bildekkinum.