Myndirnar tók Álvur Haraldsen.

Avtalur um Steno Miðstøð undirskrivaðar

Fyrrapartin hevur verið skipað fyri hátíðarløtu í Hotel Føroyum í samband við, at avtalurnar millum Novo Nordisk Fonden og Føroya landsstýri um Steno Miðstøðina eru undirskrivaðar. 

 

Myndirnar tók Álvur Haraldsen.

Tað var heilsumálaráðið við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, sum undirskrivaði vegna landsstýrið, og í samband við hátíðarløtuna bjóðaði Heilsumálaráðið eisini lætt ábit. 

Avtalurnar eru orðaðar við støði í Virkisætlanini, sum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Fonden hava gjørt um viðgerðartilboð, fyribyrging og gransking innan diabetes og endokrinologiskar sjúkur annars.

 

Virkisætlanin er úrslit av umfatandi fyrireikandi arbeiði saman við viðkomandi pørtum. 

- Fleiri arbeiðsbólkar við heilsustarvsfólkum, Diabetesfelagnum, granskarum og øðrum hava sitið, og hesi eru komin við uppskotum um átøk at seta í verk. 

Í Heilsumálaráðnum verður sagt, at virkisætlanin er orðað við støði í uppskotum hjá arbeiðsbólkunum.  

Í ætlanini eru ein røð av viðgerðartilboðum innan diabetes og endokrinologiskar sjúkur annars umframt átøk innan fyribyrging og gransking. 

Talan er ikki bara um virksemið á sjálvari Steno Miðstøðini, men á øllum heilsuøkinum, eitt nú hjá kommunulæknum, sum í høvuðsheitum taka sær av sjúklingum við diabetes typu 2.  

 

##med2##

Stórur dentur verður eisini lagdur á at menna og stimbra gransking innan diabetes og endokrinologi umframt granskingarundirstøðukervi.  

Ein uppíbygging skal gerast á Landssjúkrahúsinum, sum skal hýsa nýggju Steno Miðstøðini. Talan er um at byggja uppí verandi bygning C, ið er hvíti bygningurin, sum vendir oman og niðan frá J. C. Svabosgøtu. 

Í Heilsumálaráðnum verður sagt, at ítøkiligu fyrireikingarnar at seta tað í verk, sum stendur í virkisætlanini, byrja á nýggjárinum. 

Samstarvið við Novo Nordisk Fonden verður galdandi í 10 ár og verður fíggjað við tilsamans 123 miljónum krónum. Upphæddin skal brúkast til at fíggja tey átøk, sum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Fonden eru samd um í samstarvinum.

- Eftir tey fyrstu 10 árini verður møguleiki at leingja samstarvið við Novo Nordisk Fonden í fýra ár í senn, siga tey í Heilsumálaráðnum. 

Steno Miðstøðin verður eitt nýtt kapittul í føroyskari heilsusøgu. Miðstøðin verður eitt viðgerðartilboð til fólk við diabetes, øðrum endokrinologiskum sjúkum og gransking, og við miðstøðini verða hesi lyft upp á eitt enn hægri stig.

 

##med3##

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um tilgongdina, og hann væntar sær nógv av nýggju miðstøðini og samstarvinum við Novo Nordisk Fonden.

- Vit hava frammanundan eina vælvirkandi diabetesviðgerð, men nú verða viðgerðartilboðini til fólk við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum lyft upp á eitt enn hægri stig, sigur landsstýrismaðurin. 

Seinastu árini hevur Novo Nordisk Fonden gjørt samstarvsavtalur við donsku regiónirnar og sjálvstýrið í Grønlandi um at stovna diabetes miðstøðir.  

Allar diabetesmiðstøðirnar eru uppkallaðar eftir gitna danska vísindamanninum, Niels Steensen við latínska navninum, Nicolaus Steno, sum taldist ímillum fremstu at granska í mannakroppinum í 1600-talinum.

 

##med4##

 

Myndirnar tók Álvur Haraldsen.