Bíða í spenningi til klokkan 10

Bíðað verður í spenningi at frætta klokkan 10, hvat landsstýrið ætla við teimum tiltøkum, sum eru sett í verk í sambandi við koronaútbreiðsluna.

Tí klokkan 10 verður tíðindafundur við løgmanni, fútanum og landslæknanum.

Eitt mál á skránni kann vera skúlagongdin hjá teimum, sum ikki enn eru sloppin í skúla aftur. Annað mál kann vera frástøðan, sum í Danmark er sett úr tveimum metrum niður í ein metur.

Og so er tað spurningurin um sóttarhald hjá ferðandi. Fyribils er tað galdandi til 30. juni, at øll, sum koma til landið, skulu í 14 daga sjálvboðið sóttarhald.

Verður hetta broytt – um enn bara soleiðis at ferðandi úr Danmark sleppa til landið uttan sóttarhald, so kann tað vera bjargingin hjá ferðavinnuni, siga fólk í ferðavinnuni. Tí meira enn helmingurin av ferðafólkunum í Føroyum koma úr Danmark.