Fyrsta apríl eru 35 ár farin, síðan Býarbókasavnið læt upp. Hetta var í leigaðum hølum í Niels Finsens gøtu 7. Tíðin var komin, at høvuðstaðurin fekk eitt fólkabókasavn, ætlað øllum borgaranum. Ein fólkabókasavnslóg, sum var samtykt í løgtinginum í 1968, er grundstøðið undir øllum fólkabókasøvnum. Hon er dagførd nakrar ferðir síðan tá, seinast í 2001. Endamálið var og er framvegis, at bókasavnið skal vera fyri øll - hugtøk sum upplýsing, kunnleiki og mentanarupplivingar standa í fremstu røð. Til hetta endamálið skulu bøkur, tíðarhóskandi tilfar sum t.d. ljóðbøkur, sjónbond, fløgur og tilfar, sum fevnir um tónleik, vera til taks at læna ella nýta á bókasavninum. Atgongd eigur at vera til teldur og margmiðlar.
Lesistovu og útlán kendu føroyingar frá Landsbókasavninum, tað bókasavnið, sum fólk høvdu brúkt í 140 ár. Tá hugsað verður um bókasøvn fyri øll, er tað ein sjálvfylgja, at Býarbókasavnið, sum er tað størsta fólkabókasavnið í Føroyum, lænir út til fólk, ið búgva uttan fyri Havnina. Tað hevur verið gjørt øll árini. Ein sjálvfylgja er eisini, at eitt fólkabókasavn hevur rúm fyri børnum. Bókasavn fyri børn burturav var ikki á Landsbókasavninum.
Barnabókasavnið
Tað var nýhugsan seinast í sekstiárunum, at barnabókasavn eigur at hava høli burturav. Ein rættiliga stórur partur av savninum var og er barnabókasavn, og tað hevur øll árini verið væl vitjað. Bøkur eru fyri børn í øllum aldri, og teldur, ætlaðar børnum, eru á barnabókasavninum. Men tíðir broytast. Vegna plásstrot hevur tíverri ikki eydnast at nøkta tørvin, sum í dag verður settur til hóskandi tilfar á barnabókasavninum.
Ljóðbøkur
Í seinru helvt av sjeytiárunum var sett á stovn eitt savn við ljóðbókum, ætlað teimum, ið ikki fáa lisið vanligar bøkur. Tá vóru bert ljóðbøkur á donskum. Í dag er eitt hampiligt úrval av føroyskum bókum komið afturat bæði fyri vaksin og børn. Tey seinastu árini eru ljóðbøkur komnar bæði á kassettubandi og fløgu, og væntandi er, at ljóðbøkur fara bert at verða givnar út á fløgu í framtíðini, men enn keypa vit flestar bøkur á kassettubandi. Eitt nýtt yvirlit yvir ljóðbøkur, sum eru til láns, kom í 2003, og eitt uppískoyti er komið í 2004. Yvirlit og uppískoyti fáast á bókasavninum.
Filmar
Nógv hevur verið spurt eftir filmum, men sjónbond hevur bókasavnið ikki. Tað stigið hava vit lopið um, men fara nú at royna við dvd. Eitt lítið úrval fyri vaksin og børn av filmum verður til útláns.
Tónleikur
Tónleikur og sangur er støðugt í menning her í Havn og í Føroyum yvirhøvur. Spurt hevur verið um møguleikar at útvega høli burturav til tónleik. Tað er kostnaðarmikið og krevur pláss. Eitt tónleikasavn átti at verið í høvuðsstaðnum, men neyðugt er at bíða, til ein nýggjur bygningur verður bygdur til bókasavn og tónleikasavn.
Byggiætlanir
Tá hølini vórðu leigað her í Niels Finsens gøtu 7, var tað ein fyribilsloysn. Nú 35 ár seinri er bókasavnið enn í hesum fyribilshølunum, tó varð víðkað nakað um plássið fyrst í nítiárunum, tá vit fingu teknisku deild hjá Býráðnum upp í vaksnamannabókasavnið og ein part av 4. hædd til goymslu og skrivstovuhøli.
Ætlanir at byggja nýtt bókasavn hava verið gjørdar nakrar ferðir, men einki úrslit er komið burturúr enn. Ein ætlan var fyri í sjeytíárunum. Ein var aftur í seinru helvt av áttatiárunum, og so var aftur ein ætlan løgd fram síðst í nítiárunum. Men tíverri er einki hent enn.
Tað er ein sannroynd, at bókasavnið liggur væl fyri í miðbýnum, men fólk, sum illa orka trappurnar, og tey rørslutarnaðu hava ongan kjans yvirhøvur at vitja bókasavnið, tí eingin lyfta er.
Støðan í dag
Tað er óheppið og ótíðarhóskandi, at bókasavnið er óatkomuligt fyri mong. Harafturat er plásstrotið stórt, so torført er at liva upp til endamálsgreinina. Margmiðlar ella tilfar, sum fevnir um tónleik, eru ikki til taks, uttan tað lítla savnið, bókasavnið eigur av nótum og bókum um tónleik. Tá ið tað er sagt, so skal leggjast afturat, at nógv fólk kortini nýta bókasavnið. Tey seinastu árini hava eini 80.000 vitjað bókasavnið, og millum 65.000 og 70.000 bøkur hava verið læntar út um árið. Í útláninum fyri vaksin var í farna árinum mest lænta yrkisbók Koyribókin og mest lænta fagurbók Oddvør Johansen: Tá ið eg havi málað summarhúsið. Á barnabókasavninum var mest lænta smábarnabók Astrid Lindgren: Kennir tú Pippi Langsokk, og mest lænta bók fyri stór børn var Joanne K. Rowling: Harry Potter og eldbikarið.
Bókasavnið er nógv broytt tey 35 árini, tað hevur virkað. Ein kollvelting var at fáa teldur og internet á bókasavnið. Fólk nýta bókasavnið øðrvísi í dag. Tú kanst fara á bókasavnið og nýta teldurnar har, men til ber eisini at sita við hús og fara inn á heimasíðuna, www.byarbok.fo, og útvega sær kunning um, hvørji tilboð bókasavnið hevur, og tú kanst fara til aðrar síður, sum vit halda eru týdningarmiklar, tá ið tað snýr seg um mentan, kunning og upplýsingar.
Slóðbrótandi er sambandið við umheimin um netið. Vit kunnu útvega tilfar, sum vit áður ikki vóru før fyri. Ikki fæst alt tilfar, men tað ber til vitja inn á bókasavnið og spyrja bókavørðin, og til ber at ringja nr. 31 3626 ella skriva teldubræv byarbok@byarbok.fo. Sendir tú vanligt bræv, so send til Býarbókasavnið, boks 358, 110 Tórshavn.
Føðingardagurin
Í sambandi við føðingardagin hevur bókasavnið fingið nýtt búmerki. Útlán av dvd-filmum byrjar tann dagin.
Barnabókasavnið fer at hava páskaklipp fyri børn upp til skúlaaldur klokkan 10.
Góðgæti verur til børnini, og kaffi og te verur til vaksin.
Um tú hevur bøkur við hús, og tú hevur havt tær longur enn ásettu lánitíð, so ber til tann dagin at lata tær innaftur uttan at gjalda bót. Bókasavnið hevur gjørt av, at hendan reglan verur í gildi fram til páskir.
Anna Brimnes
1.
Býarbókasavnið verður 35 ár 1. apríl 2004. Anna Bimnes er Býarbókavørður í Havn
Mynd: Álvur Haraldsen