Bók kann elva til stevningar

Amerikanska verjumálaráðið hóttir nú við at stevna fyrrverandi hermanninum, sum hevur skrivað eina bók um hendingina, tá servandir amerikanskir hermenn beindu fyri yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden í Pakistan í fjør.

Jeh Johnson, sum er løgfrøðingur hjá verjumálaráðnum, sigur, at fyrrverandi hermaðurin skrivaði undir eitt skjal um tagnarskyldu, áðrenn hann fór úr herinum, og at hann nú hevur brotið tagnarskylduna. Tí hevur verjumálaráðið boðað frá, at tað fer møguliga at stevna fyrrverandi hermanninum og forlagnum, sum gevur bókina út.

Ætlanin er, at tann nýggja bókin skal koma út í næstu viku.