Røktarheim
Bera kommunurnar í Suðuroy skjótt at, kann eitt røktaheim standa liðugt í Suðuroy um hálvt triðja ár.
Tað heldur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum.
Nú løgtingið hevur endaliga avgjørt at byggja skúladepil í Hovi, fer landsstýrið aftur at reisa spurningin um at byggja røktarheim í Suðuroy.
Tað liggur í kortunum, at røktarheimið skal byggjast vesturi á Eiðinum í Vági, sum annars varð ætlað til miðnámsskúlan.
Í næstum fer landsstýrið sostatt at senda kommununum í oynni skriv í sambandi við røkarheimið.
? Í tí skrivinum vísa vit á, at ein tørvskanning vísir, at tað er tørvur á røktarheimsplásum til eini 35 fólk í Suðuroy, sigur Hans Pauli Strøm, landsstyrismaður.
Í skrivinum til kommunurnar, fer landsstýrið eisini at vísa á, hvørjari tíðarætlan kann leggast fyri eitt røktarheim í Vági.
? Verður arbeitt skjótt, kann eitt røktarheim standa liðugt um hálvttriðja ár, sigur Hans Pauli Strøm.
Somuleiðis fer landsstýrið at greina út, hvussu ein slík bygging kann fíggjast.
Meginreglan er, at landið betalir umleið helvtina av eini slíkari bygging, ella í mesta lagi 500.000 krónur fyri hvørt búfólk.
? Tað meginregluna fara vit ikki at bróta. Men vit hava samstundis gjørt greitt, at í sambandi við eitt røktarheim í Suðuroy, eru vit sinnað at finna eitt serligt fíggingarmynstur so at kommunurnar hava møguleika at bera sín part, hóast tær eru illa fyri.
Verður røktarheimið bygt í Vági, hevur tað eisini verið nevnt, at tað, sum vágbingar longu hevur goldið í sambandi við stykkið til miðnámsskúlan vesturi á Eiðinum, kann verða ein partur av fíggingini hjá Vágs Kommunu til røktarheimið.
Bólturin liggur í Suðuroy
Hans Pauli Strøm leggur tí dent á, at nú liggur bólturin hjá kommununum í Suðuroy.
? Tað eru kommunurnar, sum skulu taka stig til at byggja røktarheim. Ætlanin hjá landsstýrinum er eitt tilboð til kommunurnar í Suðuroy og tær eiga nú at seta seg saman at viðgera um tær taka av tilboðnum og byggja røktarheimið eftir serliga lagaligum treytum, sigur hann.
Hann sigur, at gera kommunurnar av at byggja røktarheimið, verða samráðingar við Landsstýrið um, hvussu kommunurnar kunnu fíggja sín part. Men táð skal eisini tosast um, hvussu stovnurin skal síggja út, hvussu stórur hann skal vera, skulu serlig pláss verða til minnisveik og sinnisveik, skulu umlættingarpláss verða o.s.fr.
Aðrir møguleikar eru eisini kommunurnar heldur vilja byggja pláss til sinnisveik aðrastaðni í oynni.
? Hesar samráðingar við Landsstýrið koma so at vísa, hvat kommunurnar eru sinnaðar til og førar fyri at byggja í Vági, sigur landsstýrismaðurin.
Nú hevur Tvøroyrar Býráð gjørt løgtinginum greitt, at Tvøroyrar Kommuna fer ikki at betala til eitt røktarheim í Vági?
? Tað er ein spurningur, sum Tvøroyrar Kommuna má gera upp við seg sjálva. Men tað er púra greitt, at tað eru kommunurnar, sum skulu taka stig til eitt røktarheim. Vil Tvøroyrar Kommuna ikki vera við, er støðan ein onnur. Og tað er ongin vissa fyri, at semja fæst um at byggja røktarheim í Suðuroy, tí tað eru kommunurnar, sum skulu taka stigið. Tað er ikki landið, sum byggir røktarheimið, men Landsstýrið vil fegið betala sín part og finna eina lagaliga fígging, so at kommunurnar kunnu átaka sær sín part.
Ikki til kommunurnar fyribils
Eftir ætlan skuldi eldraøkið verða lagt undir kommunurnar 1. januar í ár.
?Men tað hava vit steðgað fyribils og í løtuni liggur onki í kortunum um at leggja eldraøkið undir kommunurnar, sigur Hans Pauli Strøm.
Hans Pauli Strøm sigur, at tað er eisini rættiliga stórur munur á, hvussu tey ymsu økini í Føroyum eru fyri til eldrarøkt, har summi økið eru heilt afturútsigld og onnureru væl fyri. Verður eldraøkið lagt undir kommunurnar nú, hevði tað verðið sera stórur munur á teimum ymsu kommununum.
? Men verður eldraøkið lagt til kommunurnar, er tað eyðsæð, at tað verður lættari hjá teimum kommunum, har eldraøkið er útbygt, sigur landsstýrismaðurin.