Bóndur hjálpa hvørjum øðrum ígjøgnum verkfallið

Ímeðan verkfall er, verða nógvir bøndur noyddir at stoyta mjólkina burtur. Men allir bøndurnir í landinum býta tapið javnt ímillum sín, so at ongin missur meir enn annar

Verkfall

Nú er føroyskar stendur aftur hvítar av mjólk
Ímeðan verkfallið er, verða nógvir bøndur noyddir at stoyta mjólkina á sjógv.
Mjólk er undantikin verkfallinum.
Men tað er bara tann vanliga mjólkin. Hinvegin sleppur mjólkarvirkið ikki at gera allar mjólkarúrdráttirnar, tey plaga at gera, so sum hvítu, róma og jogurt.
Samstundis fáa hotell, matstovur og stovnar ikki mjólk.
Sostatt er nógv mjólk til avlops hesar dagarnar.
Av tí sama heintar mjólkarvirkið bara mjólkina frá bóndrunum, sum eru nærmast við sjálvt mjólkarvirkið.
Sostatt noyðast bøndurnir í Suðuroy at stoyta mjólkina burtur.
Sálvur hevur Petur Karl einaferð stoytt 2.000 litrar burtur og sunnudagin stoytti hann aftur 1500 litrar.
Sama skilið hevur verið hjá hinum trimum bøndrunum í Suðuroynni, sum hava mjólkneyt.
Petur Karl av Rana sigur, at av tí at ongir mjólkarúrdráttir verða gjørdir, er nógv mjólk til avlops so hon ska l stoytast burtur undir øllum umstøðum.
? Tað er onki skil í at føra mjólkina norður til Havnar og at stoyta hana burtur har. Tað er nógv bíligari at stoyta mjólkina burtur á staðnum, tí so sparir mjólkarvirkið farmagjaldið.
Hann sigur, at orsøkin til, at bara mjólkin norðanfyri verður heintað í hesum døgum, er tí, at hendan mjólkin er bíligast at fáa til mjólkarvirkið.
Hinvegin ger farmagjaldið, at tað er nógv dýrari at fáa mjólkina úr Suðuroy norður á virkið.
Men hetta merkir ikki, at bøndurnir í Suðuroy verða við sviðusoð og missa allar inntøkurnar,
ímeðan bøndurnir norðanfyri sleppa av við mjólkina sum vant.
Petur Karl av Rana sigur, at boð eru komin frá mjólkarvirkinum um at bøndurnir hefta ein fyri allar og allir fyri ein.
Tað merkir, at tá ið verkfallið er av, verður fíggjarligi missurin gjørdur upp og so verður hann javnaður út á allar bøndur í landinum so at allir átaka sær sín part.