Nýggi barnagarðurin í Klaksvík skal eita Baldursbrá, um tað stendur til Jórun Høgnesen og Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu og nevndarlim í sosialu deild. Tær báðar siga, at síðan kommunan yvirtók barnaansingina, hevur sosiala deild verið samd um at nýta blomunøvn til sínar stovnar innan barnaansing.
Jórun Høgnesen situr í býráðssamgongu við Jákup Mikkelsen, sum í farnu viku segði, at hann ætlaði at leggja fram uppskot um, at nýggi barnagarðurin í Klaksvíkar Kommunu skuldi eita Margitar barnagarður eftir Margit Joensen, sálu.
Margit Joensen var fyrstvalda kvinna í Klaksvíkar býráð og forkvinna í sosialu nevnd, tá verkætlanin fór av bakkastokki fyri umleið 20 árum síðani.
Jórun Høgnesen og Eyðgunn Samuelsen halda, at tað ber til at fylgja siðinum at geva stovnum blómunøvn, samstundis sum minnið um Margit Joensen, sálu, verður heiðra.
- Fyri at minnast leiklutin hjá Margit Joensen, halda vit tað vera hóskandi – og í trá við samtyktina um blómunøvn - at kalla stovnin Baldursbrá, ið á donskum eitur Margerit.
Nýggi barnagarðurin er fyrsti barnagarður, sum Klaksvíkar Kommuna hevur latið byggjað, og talan er um eina 20 ára gamla verkætlan, sum nú endiliga er gjøgnumførd.
Frammanundan eru fýra barnagarðar í Klaksvík, Drotning Margretu barnagarðurin, Mylnuhúsið, Blákollan og útibarnagarðurin Fjallafípan. Ongin av hesum húsast í bygningum, sum vóru bygdir til endamálið.
Tey 64 børnini, sum sleppa at ganga í barnagarðurin á Traðargøtu hava fingið boð, og barnagarðurin letur upp 17. september.