Bárður ivast í misáliti

Tað tykist ikki, at nakað misálit verður lagt á Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, eftir at løgmaður í morgun kunngjørdi sína niðurstøðu um handfaringina hjá landsstýrismanninum av fiskiloyvum.


Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, upplýsir nevniliga, at hann ivast í, um tað er nøkur orsøk at reisa eitt misálit, tí úrslitið er greitt frammanundan, hóast hann harmast niðurstøðuna hjá løgmanni.


- Tað er spurningurin um vit skulu brúka tíð og orku at fáa eitt kjak um hvat er rætt og skeivt einaferð aftrat. Eg haldi øll vita, at í hesum málinum er alt ikki fari rætt fram, men hóast tað tvíheldur man um, at tað ikki skal fáa fylgir. Tað merkir bara, at landsstýrisfólk framyvir ikki fara taka ábyrgd fyri sínar gerðir, sigur Bárður Nielsen og leggur afturat.


- Eg veit ikki, um eg tími at brúka orku upp á eitt misálit. Vit vita úrslitið frammanundan.


Formaðurin í Sambandsflokkinum vísir eisini á, at løgmaður við avgerðini hevur sett ein nýggjan standard fyri hvat landsstýrisfólk kunnu loyva sær.


- Hetta eru nýggir standardur fyri hvat ein landsstýrismaður hevur ábyrgd av og ikki. Um hetta verður standardurin framyvir, so fer ongantíð nakar landsstýrismaður frá, um ikki hann hevur stolið frá landskassanum, sigur Bárður Nielsen.