Børn deyð av skúlamati í India

Ein sorgarleikur hevur rakt ein skúla í India, har átta børn eru deyð og í minsta lagi 80 onnur innløgd eftir at hava etið á skúlanum, skrivar TV2.

- Tey átta børnini, sum øll vóru yngri enn 10 ár, doyðu eftir at hava etið rís og linsur, sum varð tilgjørt á skúlanum, sigur Abhijit Sinha, umsitingarleiðari í eysturindiska landspartinum Bihar, við tíðindastovuna AFP.

Ógreitt er, hvat hevur verið í matinum. Fremsti ráðharrin í Bihar hevur givið boð um at kanna andlátini á skúlanum, sum staturin rekur.

Summi av teimum 80 sjúku børnunum eru send til Patna, høvuðsstaðin í landspartinum, og onnur eru innløgd á sjúkrahúsið í býnum Chhapra, umleið 65 kilometrar frá Patna.

Fátæk skúlabørn fáa ofta ókeypis máltíðir í skúlum, sum staturin rekur í fleiri av teimum 29 landspørtunum. Hetta er liður í vælferðartiltaki hjá indisku stjórnini.

Men einki óvanligt er, at børnini fáa mateitran av vánaligum reinføri í skúlakøkunum, og av tí at matvørurnar eru spiltar.

Bihar landsparturin, sum hevur mark móti Nepal, verður roknaður sum ein av teimum fátækastu landspørtunum í India og er tann fólkaríkasti.

.

(Mynd: EPA)