Børn lærdu um kommunuval

Í samband við kommunuvalið, sum gott og val er lagt afturum, skipaði Sólareyga, sum er ein av stovunum í Barnagarðinum á Svangaskarði á Toftum, fyri vali.

Í samband við kommunuvalið, sum nú gott og val er lagt afturum, skipaði Sólareyga, sum er ein av stovunum í Barnagarðinum á Svangaskarði á Toftum, fyri vali.

 

Hetta var ikki eitt val um persónar, men um, hvønn mat børnini í barnagarðinum vilja hava.

 

Bæði mánadagin 7. november og týsdagin 8. november - valdagin - tosaðu tey í stovuni um kommunuvalið, og børnini lurtaðu áhugaði og tóku lut í prátinum um kommunuvalið.

 

Fyri at vísa børnunum, hvussu eitt val fer fram, sluppu børnini á valdegnum eisini at velja, tó ikki ímillum persónar. Børnini, sum eru 2, 3 og 4 ára gomul, avgjørdu sjálvi, at tey skuldu velja ímillum toast, fruktir og vaflur.

 

Valið var skipað, soleiðis sum eitt kommunuval verður skipað, har tey fingu atkvøðuseðil og fóru inn í búr at velja. Í Sólareyga ganga 19 børn og seinasta mánadag, tá atkvøtt varð, vóru tey 15 í tali.

 

Tá úrslitið fyrilá, vísti tað seg, at 10 atkvøður vóru fyri vaflum, tríggjar fyri toast og tvær fyri fruktum. Í stovuni Sólareyga siga tey, at hetta var ein hugnaligur dagur hjá børnunum, ið eisini lærdu eitt sindur um val.