Børnini ferðaðust kring landið og høvdu framførslur fyri millum øðrum føroyskum skúlabørnum í skúlatíðini. Ein dagin vóru tey í Fuglafirði, og tað er har myndirnar eru tiknar.
Erling Jørgensen, formaður í Dansifrøði, sigur, at tað var einastandandi hugtakandi at síggja, hvussu væl tey dugdu at dansa. Og børnini í Fuglafjarðar skúla vóru eisini púra hugtikin hendan dagin.
Dansirnir, sum tey framførdu vóru fyri tað mesta úr russiskum ævintýrum. Erling sigur, at hann helt seg kenna okkurt av ævintýrunum aftur.
Eisini var eitt gentukór, sum sang nakrar russiskar sangir.
Erling greiðir frá, at børn frá sama skúla í Hvítarusslandi vóru í Føroyum fyri tveimum árum síðani, og umleið helmingurin av teimum, sum vóru her í heyst, vóru tey somu. Og tey búðu privat ymsa staðni runt í Havnini. Tað hevur havt við sær, at vinarbond eru knýtt. Fleiri hava fingið jólakort úr Hvítarusslandi, og Erling hevur fingið eitt bræv frá leiðaranum hjá teimum.
Henda vitjanin kom í lag, tá ein fuglfirðingur setti seg í samband við Erling Jørgensen og segði honum, at hann hevði sæð hesi børnini framføra í Danmark. Hann helt tað vera so avbera flott, at tað hevði verið synd at snýtt føroyingar fyri eina tílíka uppliving. Erling fekk so eina sjónbandaupptøku sendandi, og hann var ovfarin av at síggja, hvussu flott framførslan var. Og hann helt eisini, at hetta máttu føroyingar fáa høvi til at síggja.
Russisku børnini vóru sum sagt nógva staðni kring landið, og Erling fegnast um, at tað hesuferð eydnaðist at fara til Suðuroyar eisini. Ætlanin var, at tey skuldu hava framførslu fyri børnunum á Sandoyar Meginskúla, men tann dagin, tey vóru har, var grind og tí vóru børnini ikki í skúla. So í staðin fyri at dansa, fingu russisku børnini eitt sindur av føroyskari mentan henda dagin.
Børnini steðgaðu í Føroyum í einar tíggju dagar, áðrenn leiðin gekk heimaftur til Hvítarussland. Um tey verða aftur at síggja í Føroyum, veit Erling Jørgensen ikki at siga, men hann sigur, at tað hevði í øllum førum verið ynskiligt.