Børn verjast ímóti lýsingum

Børn eiga at verða friðað ímóti lýsingum, halda sviar

Tey eru fá, sum dámar at síggja lýsingar í sjónvarpi, men uttan mun til tað, eru lýsingarnar komnar fyri at vera. Smæstu hyggjararnir eru kortini í eini serligari støðu, tey verða lættari ávirkað av lýsingum og hava tí størri áneyðir at verða vard ímóti teimum.

Norðurlond seta strong krøv til sjónvarpsslýsingar, sum eru ætlaðar børnum. Øll Norðurlond hava lógir, sum skulu taka serlig atlit til teir smæstu hyggjararnar. Samstundis verður í álitinum "Nordiskt samarbete rörende TV- och radioreklam", lagt dent á, at lýsingar skulu skiljast at í skránni.

Men spurningurin er, um altjóðu reglugerðirnar eiga at verða skerpaðar, tí lýsingafíggjað sjónvarp floymir úr útlandinum í Norðurlond. Í Noregi og Svøríki eru forboð ímóti barnalýsingum í sjónvarpinum.

Svenski mentamálaráðharrin hevur skotið upp, at forboðið eisini skal galda í øllum tí evropiska samveldinum. Ikki tí, at sjónvarpslýsingarnar kunnu hava skaðiliga ávirkan á børn, men tí at børn eiga at verða friðað ímóti lýsingum. Bannið ímóti sjónvarpslýsingum í Svøríki kom til evropiska dómstólin í 1995. Úrskurðurin er, at sviar ikki kunnu gera seg til talsmenn fyri um lýsingar skulu loyvast ella ikki í sendingum í øðrum ES-londum.