Aftur í vetur skipar Tøkum Lætt fyri barnadansi. Byrjað varð 20. oktober. Ætlanin er, at børnini skulu fáa eina hugnaliga løtu har høðursdenturin verður lagdur á kvæðini. Men tað verður eisini pláss fyri eini hugnaligari løtu við onkrum leskandi og eini góðari søgn ella einum góðum ævintýri.
Dansað verður hvørt mikukvøld kl. 19.00 - 20.00.
Øll børn eru hjartaliga vælkomin - tey heilt smáu skulu helst hava ein vaksnan við sær. Størri bólkar til dømis ein skúlaklassi við lærara eru eisini vælkomin at luttaka, so kunnu vit samstarva soleiðis, at næmingarnir kunnu venja tey kvæði, ið verða tikin í barnadansinum sum ein náttúrligur partur av tí obligatorisku undirvísingini í skúlanum.
Dansurin verður skipaður av sjálvbodnum limum hjá Tøkum Lætt, og luttakandi børn skulu einki gjalda. Øll børnini fáa eitt hefti við kvæðum og vísum til gávu.