Trý tilboð komu inn til at umvæla Tekniska skúla í Klaksvík Mánadagin hevði Landsverk lisitasjón í sambandi við arbeiðið at umbyggja Tekniska skúla í Klaksvík.
Trý tilboð komu inn, og lægsta boð átti byggifyritøkan Búsetur í Havn. Teirra tilboð var 2.770.369 krónur.
Sp/F Norðhús beyð sær til at gera arbeiðið fyri 3.339.000 krónur, og tilboðið hjá Sp/f Jóhan P. Vang var 3.400.027,88 krónur.
Metingin var 3.300.000 krónur, og tilboðið hjá Búsetri var sostatt tað einasta undir metingini.