Fyrsta mál á skránni á tingfundinum í dag er atkvøðugreiðsla um fyrispurning frá Anniku Olsen, løgtingskvinnur, til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um demensætlanina (2/2016).
Annika Olsen spyr landsstýriskvinnuna, um hon hevur ætlanir um at seta »Demensætlanina« – sum undanfarna landsstýri arbeiddi við – í verk, og um so er, nær. Deisini vil hon hava at vita, hvat úrslitið er av teimum 250 túsund krónunum, sum løgtingið samtykti til demensætlanina í 2016.
Annika Olsen spyr eisini, um neyðugur peningur verður settur av til Demensætlanina á fíggjarætlanini fyri næsta ár.
Annað mál á skránni er upppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli, sum snýr seg um flyting í Búskapargrunn Føroyar. (Løgtingsmál nr. 5/2016)
Hetta málið snýr seg um at, at tær 23,3 milliónirnar, sum landið fær frá fakfeløgum fyri partabrøvini í Føroya Lívstrygging verða settar í Búskapargrund Føroya.
Síðsta málið á skránni í dag er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (Løgtingsmál nr. 2/2016). Hetta málið snýr seg um altjóða skydur, eftirlitsreglur og elektroniskt samskifti.