Búskaparheiðursløn Nobels latin fyri uppboðsøluástøði

Paul M. Milgrom og Robert B. Wilson fingu í dag heiðursløn Nobels í búskaparfrøði fyri arbeiði teirra innan uppboðssølu

Svenska akademiið hevur gjørt av at lata Nobel heiðursløn fyri búskaparfrøði til teir báðar Paul M. Milgrom og Robert B. Wilson fyri arbeiði teirra at betra um ástøðiliga grundarlagið fyri uppboðssølu.

Peter Frederiksson, talsmaður fyri heiðurslønarnevndina, vil vera við, at uppboðssølur ávirka okkum meira, enn vit geva okkum far um.

– Tær ávirka millum annað bústaðarmarknaðin og el-marknaðin, segði hann við handanina.

Sambært Frederiksson hava teir báðir Milgrom og Wilson megnað at brúka uppboðsástøði innan viðkomandi øki, og tað er tí at teir fáa heiðurslønina.

Saman hava Milgrom og Wilson brúkt vitan teirra til at gera eitt nýtt uppboðssøluformat fyri vørur og tænastur, sum er torførar at selja á vanligan hátt, og sambært nevndini hevur vita teirra hjálpt seljarum, keyparum og skattgjaldarum kring heimin.

/Ritzau/