B36, EB/Streymur, Víkingur og HB fingu fult

HB-AB 2-1 (0-0)

Dómari: Petur Reinert

1-0: Fróði Benjaminsen br 50.

2-0: Fróði Benjaminsen 57.

2-1: Dion Splidt 73.

 

Góð fótbóltslíkindi

Argjamenn hava verið sera varnir. HB hevur havt ein góðan møguleika. Andrew av Fløtum er farin av vøllinum orsaka av skaða.

 

Hálvleikur!

 

1-0: Fróði Benjaminsen br. 50.

HB hevur lagt ágangandi fyri. Eftir at Símun Samuelsen varð feldur, umsetti Fróði Benjaminsen brotssparkið til mál.

 

2-0: Fróði Benjaminsen 57.

Símun Samuelsen sneiddi seg ígjøgnum í høgru, og Fróði Benjaminsen setti bóltin í málið. Fróði er eftir steðgin fluttur úr miðverjuni og fram á miðvøllin.

 

2-1: Dion Splidt 73.

Spenningur er komin í aftur. Argjamenn hava spent álopsbogan, og Stig Roar Søbstad hevur verið vandamikið. Málið skoraði Dion Splidt eftir hornasparksinnlegg.

 

Síðstu løtuna var trýstið á HB málið ógvuliga stórt, men argjamenn komu ikki nærri útjavnandi málinum, enn at Gunnar Haraldsen senti bóltin í tvørtræið.

 

Liðugt!

 

------

 

NSÍ-Víkingur 0-2 (0-1)

Dómari: Lars Múller

0-1: Bárður Hansen 34.

0-2: Sam Jacobsen br 88.

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen - Klæmint A. Olsen, Jústinus R. Hansen (Karoly Potemkin, 46.), Ólavur í Ólavsstovu, Jann Martin Mortensen - Christian Høgni Jacobsen, Heðin á Lakjuni

Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Atli Gregersen, Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen - Bárður Hansen (Hjartvard Hansen), Súni Olsen (Kaj Leo í Bartalsstovu), Nenad Stankovic, Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar - Finnur Justinussen

NSÍ hevur fitta lotið undan, og tað nógva gongur fyri seg á hálvuni hjá Víkingi.

 

35 min. 0-1 Bárður Hansen stút eftir innlegg úr vinstru frá Hanusi Jacobsen

 

Hálvleikur!

 

70. min 0-1

Tað gongur javnt á. Intensiteturin er vaksin. NSÍ hevur lítla yvirvág, hóast Víkingur hevur fríska lotið undan. Málmøguleikarnir eru fáir.

 

88. min 0-2

Sam Jacobsen br.

Einar T. Hansen hjá NSÍ feldi Hjartvard Hansen, sum fyri løtu síðani loysti málskjúttan Bárð Hansen av. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum miðvallarin Sam Jacobsen umsetti til mál.

NSÍ hevur verið leikliga greitt omaná.

 

Liðugt!

 

-------------

 

EB/Streymur-FC Suðuroy 2-0 (0-0)

Dómari: Ransin Djurhuus

1-0: Arnbjørn T. Hansen 56.

2-0: Arnbjørn T. Hansen 69.

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex dos Santos - Bjarni Jørgensen (Gudmund Nielsen, 75.), Pætur Dam Jacobsen, Kristoffur Jakobsen, Hans Pauli Samuelsen (Leif Niclasen, 78.) - Sorin Anghel (Arnar Dam, 70.), Arnbjørn T. Hansen

FC Suðuroy: Stanislav Kuzma ? Teitur Tausen, Suni í Hørg (Heini Bech, 80.), Kári Lisberg (Henning Joensen, 60.), Heini Vatnsdal - Martin Tausen, Kári í Lágabø, Jón Krosslá Poulsen, Mamuka Toronjadze (John Poulsen, 85.), Palli Augustinussen - Obi Charles

Obi Charles og Jón Krosslá Poulsen eru fremstu millum gestirnar. Ofta verða langar sendingar lagdar fram til teir. Higartil hava Egil á Bø og Marni Djurhuus í miðverjuni hjá heimaliðnum havt gott tak á.

35 min. 0-0

Arnbjørn T. Hansen hjá heimaliðnum hevur misnýtt fyri opnum máli. Úr fimm metrum sendi hann upp um málið!

Heimaliðið er nú greitt omaná.

40 min. 0-0

 

Hálvleikur!

 

EB/Streymur roynir at trýsta. Næst við at fáa mál hava teir tíðliga í 2. hálvleiki verið, tá ið Hans Pauli Samuelsen sendi bóltin í tvørtræið og niður á málstrikuna!

 

1-0: Arnbjørn T. Hansen 56.

Alex dos Santos legði innfyri úr vinstru, og Arnbjørn T. Hansen stýrdi bóltin í málið.

 

2-0: Arnbjørn T. Hansen 69.

Eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Hans Paula Samuelsen stendur miðframherjin á rætta stað í røttu løtu!

 

----------

 

B71-B36 (0-1)

Dómari: Rúni Gaardbo

0-1: Fróði Clementsen 39.

0-2: Róaldur Jacobsen 56.

0-3: Christian R. Mouritsen 88.

 

25 min. 0-0

B36 er verjukent í útgangsstøðu. B71 leggur stóran dent á at binda fyri í verjupartinum, og tí eru málmøguleikarnir ikki so nógvir.

35 min. 0-0

Jákup á Borg hevur misnýtt brotsspark fyri B36. Bárður Johannesen, fyrrverandi HB málverjin, sum nú verjir málið hjá B71, bjargaði meistarliga.

40 min. 0-1 Fróði Clementsen

Eftir frísparksframlegging hevur Fróði Clementsen við høvdinum sett bóltin í B71 málið.

 

Hálvleikur!

 

0-2: Róaldur Jacobsen 56.

Hjalgrím Elttør steðgaði B71 álopi, og Róaldur Jacobsen gjørdist leysur mitt fyri og setti bóltin framvið Bárði Johannsen.

 

70 min. 0-2

B36 hevur tak á verjupartinum og lúrir eftir skjótálopum, nú B71 roynir at spenna álopsbogan.

 

0-3: Christian R. Mouritsen 88.

Álopsspælarin gjørdist leysur eftir returbólt, og so smekkaði hann bóltin í málið