B36-HB beinleiðis á FM1 frá klokkan 17.55

(FM1) Óli G. Samuelsen og Hanus Thorleifsson siga beinleiðis frá grannauppgerðini í Gundadali

Í kvøld vera tveir dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum.

 

FM1 sigur beinleiðis frá grannauppgerðini millum B36 og HB í Gundadali í Havn. Óli G. Samuelsen verur frásøgumaður. Viðmerkjari verur Hanus Thorleifsson, ið hevur spælt við báðum liðunum í sínari fortíð í bestu fótbóltsdeildini.

 

Heimildarmaður hjá FM1 til dystin við Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og EB/Streym verur Eyðun Thorgeirsson.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo