B36 heldur fram at leiga

Betri deildin menn: B36 hevur boðað frá, at Thor Høholt heldur fram í felagnum

Undan dystinum í 3. umfari í Uefa Europa Conference League móti Viborg í gjár, kunngjørdi B36, at leigumálið av Thor Høholt heldur fram. Tað verður ikki sagt júst hvussu leingi, men helst er talan um restina av hesum kappingarárinum.

 

- Thor Høholt hevur verið sannur fongur í verjuni hjá okkum, síðani hann undan kappingarbyrjan varð læntur frá Lyngby. Upprunaliga gekk leiguavtalan út 1. august, men Lyngby og B36 komu sunnudagin ásamt um treytirnar fyri at leingja, so fyribils verður Thor verðandi her hjá okkum, skrivar B36.

 

Thor Høholt hevur eydnast væl í verjuni, har hann hevur spælt í miðverjuni, og onkran dyst á høgra bakki. Seinastu dystirnar hevur hann spælt sum ein av trimum í eini trímansverju. B36 hevur eisini gjørt leigusáttmálan hjá Hannesi Agnarsson til eitt endaligt skifti, so skjóti vongurin nú er fast knýttur at B36 komandi hálva annað árið.

 

B36 tapti 3-0 móti Viborg í Danmark. Returdysturin verður í Gundadali týskvøldið.