B36 helt lív í europeisku vónini

Vodafonedeildin - Hesaferð bleiv B36 ikki til frens úti á Argjum. Við einum knúsandi 5-0 sigri, samstundis sum Víkingur tapti ímóti EB/Streymi, hevur liðið enn møguleika at røkka Europa

Við kappingarbyrjan meldaði leiðslan í B36 út, at málsetningurin fyri kapp­ingaárið 2010 var at røkka einum europeiskum plássi. Men so hvørt sum liðið ikki hevur kent sína vitjanartíð, tá møguleikarnir hava verið til staðar, so er europeiska vónin fána alsamt meira og meira.
Men seinastu umførini hevur aftur gingið eftir vild hjá B36, og ígjár lagaði alt seg væl hjá liðnum. Víkingur á fjórða plássi tapti 0-3 ímóti EB/Streymi, samstundis sum árstalsfelagið í Havn loksins vann ein landskappingardyst í bestu deildini út á Argjum. Teir ikki bara vunnu, men vunnu sannførandi 5-0, og eru nú bert trý stig frá tí sera týdningarmikla fjórða pláss­inum, sum gevur rættin til at spæla í Europa League komandi ár.
Samstundis sum B36 stríðist fyri fjórða plássinum, so kann liðið eisini koma at hava eitt ógvuliga avgerandi orð at siga, um hvør gerst føroyameistari í vodafonedeildini. Í næsta umfari tekur B36 ímóti NSÍ, sum enn livir í FM-vónini, og á seinasta leikdegi tekur B36 ímóti HB, sum er høvuðsbiðilin til FM-heitið. Tí fær B36-venjarin, Allan Mørkøre ongan sum helst trupul­leika at seta sínar menn upp til tær báðar seinastu uppgávurnar í hes­um kappingarárinum.

Settu seg tíðliga á dystin
AB var væl við í byrjanini av dyst­inum leygardagin, men tá fyrri hálv­leikur var hálvrunnin byrjaði B36 at seta tingini uppá pláss. Christian R. Mouritsen og Jákup á Borg høvdu eitt frálíkt bandaspæl, sum endaði við, at Christian R. Mouritsen setti eitt flott langskot í netið. Bert sjey minuttir seinni hevði Klæmint Matras sett eitt inn­legg hjá Hjalgrími Elttør í net­ið, og tá stóð teimum flestu greitt hvønn veg tað bar.
Bert seks minuttir vóru farnir av seinna hálv­leiki, tá Róaldur Jakobsen við ein­um vøkrum dundur-langskoti hevði økt um leiðsl­una. Miðskeiðis í seinna hálv­leiki átti Róaldur ta av­ger­andi frí­spælingina til Jákup á Borg, sum økti til 4-0. Tá eitt lítið korter var eftir av dystinum spældi Jákup Hjalgrím Elttør frían, og hann sveik ikki álitið, men skoraði trygt til 5-0.
B36 spældi sera væl, men AB-viðhaldsfólk eru illa nøgd við av­rikið hjá AB-verjuni, sum als ikki var vakin leygardagin. B36 bøtti væl um málúrtøkuna við einum 5-0 sigri, og tað kann fara at vísa seg at verða avgerandi á seinasta leik­degi.