B36 hevur sett venjarar

Fýra venjarar skulu taka sær av kvinnuliðnum hjá B36

Venjaratoymið hevur arbeitt miðvíst síðani november, men tit skulu ikki snýtast fyri eina felagsmynd av okkara nýggja vælmannaða toymi.

 

Tað er ein fragd, at vit tíðliga í vetur fingu eina avtalu í lag við Tummas Erling Djurhuus, um at halda fram við miðvísa arbeiðinum hann fór undir, tá hann tók við starvinum mitt í kappingarárinum 2021. Ted er nærlagdur, sera arbeiðssamur og dugir væl at síggja eitt fótbóltshóp sum ein bólk av ymiskum menniskjum.


Hann hevur frá fyrsta degi boðað frá, at hann arbeiðir við einum langtíðarprojekti, hóast hann ikki skrivar seg sjálvan á venjarapostin í projektinum.

 

Tí kunnu vit saman við Tummas Erling arbeiða við teimum málunum vit hava sett fyri Betri kvinnur og gentusíðana í sínari heild. Eitt er at hyggja eftir úrslitum, men fyri B36 er menning ovast á listanum.


Tummas Erling hevur sett servenjingar á skrá bæði við innanhýsis og uttanhýsis venjarum, og onnur ting sum vit ikki avdúka her. Men spennandi er tað. 

 

ið sína lið vinstru lið sum høgra hond, er Jan Poulsen, sum er Sumbingur ið stórtrívist í venjarastarvinum saman við Ørvinginum, Tummas Erling.

Jan er farin undir venjaraútbúgving og hungrar eftir vitan. Høvuðsuppgávan hjá Jan er at brúka Polar útgerðina vit hava fingið frá FSF.

Fyri B36 hevur tað stóran týdning, at ikki byrja av nýggjum hvørt ár, og við Jan fáa vit eisini eldhuga, stabilitet og eitt serligt sinnalag.

 

Nýggjur í felagnum er Teitur Egholm Fossaberg, ið settur sum málmansvenjari. Hann hevur seinastu árini ment ungar og vaksnar málverjar í AB. Vit settu okkum sum mál, at Betri kvinnur skuldu hava sín egna málmansvenjara, og tað hava vit fingið við Teiti, ið tekur M2 í vár. Vælkomin til felagið. Vit gleða okkum til samstarvið.

 

Nýggjur í toyminum er Bárður Olsen, ið ikki er nýggjur í felagnum. Hann hevur seinastu 2 árini verið venjari hjá U-9/U-11 dreingjum og spældi eisini við Betri Monnum í fyrru hálvu í 2020 umframt í 2010 og 2012. Hann skal eisini undir B4 venjaraprógvið í ár, men fer fyrst og fremst at brúka sínar drúgvu leikararoyndir í nýggju venjarauppgávuni nú gaggurnar eru settar á hillina.