B36 og NSÍ fara at spæla um milliónir

NSÍ vann óvanliga langa brotssparkskapping, har málverjarnir vístu stóran klassa, og nú verður talan um finalu um europeiskt pláss

Klokkan nærkast níggju á kvøldi næstsíðsta dagin í november 2021, og nú er akkurtát avgjørt, at tað verður NSÍ, sum klokkan 16 leygardagin skal spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti B36.

 

Eftir vanliga leiktíð og tvær ferðir eitt korter í longdari leiktíð var støðan 2-2, og so var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna finalistin. Hana vann NSÍ, og nú er tað greitt, at finalan verður um bæði løgmanssteypið og um knappar tvær milliónir krónur. Vinnarin fær løgmanssteypið, og vinnarin fær 1,8 milliónir fyri at spæla í Europa næsta summar.

 

Tá ið tað restaði ein minuttur av longdu leiktíðini skifti NSÍ út. Tórður Thomsen, sum hevur verið skaddur í eitt hálvt ár, varð settur í málið fyri Karstin Hansen, sum hevur vart málið nógvu tær seinastu ferðirnar.

 

Heilt óvanligt er tað, at málverjin verður skiftur út so seint, men brotssparkskappingin vísti, at Tórður Thomsen livdi upp til tað, sum ábyrgdarmenninir á beinkinum høvdu roknað við. Hann bjargaði trimum brotsspørkum. Eitt av teimum var frá HB liðformanninum og landsliðsmálverjanum Teiti Matras Gestsson, sum hevði bjargað tveimum brotsspørkum.

 

So var neyðugt við fleiri brotsspøkrum, og tað var innskifti Sølvi Sigvardsen, sum skoraði til 7-6 og samantalt 9-8 í kvøld og samantalt í tveimum hálvfinalum 11-10.

 

-Tá ið Tórður bjargaði brotssparkinum hjá Michal Przybylski fekk eg meiri mót um, at tað fór at eydnast, og á veg ímóti bóltinum tók eg avgerð um, hvar eg skuldi seta bóltin. Eg sá at Teitur flutti seg eitt sindur hinvegin, og so var lætt at leggja bóltin har, sum eg ætlaði at skora, og hetta var so fantastiskt, at eg dugi ikki at seta orð á tað, sigur ovurfegni Sølvi Sigvardsen.

 

 

 

NSÍ – HB 2-2 (1-2) 9-8 eftir brotssparkskapping

 

NSÍ samantaldur vinnari við 11-10

 

0-1: Hilmar Leon Jakobsen 3.

 

0-2: Áki D. Samuelsen 15.

 

1-2: Klæmint A. Olsen 33.

 

2-2: Búi Egilsson 79.

 

Brotssparkskapping

 

0-1: Áki D. Samuelsen

 

Klæmint A. Olsen og Teitur Matras Gestsson bjargar, men dómarin sigur, at skotið skal takast av nýggjum, tí málverjin flutti seg av strikuni.

 

1-1: Klæmint A. Olsen

 

1-2: Hørður H. Askham

 

1-2: Rógvi Egilstoft, og Teitur tveitir seg til vinstru og bjargar meistarliga

 

1-3: Pætur J. Petersen

 

2-3: Jacob Trenskow

 

2-4: Hilmar Leon Jakobsen

 

3-4: Búi Egilsson

 

3-4: Teitur Matras Gestsson og Tórður Thomsen bjargar

 

4-4: Tróndur Jensen

 

4-4: René S. Joensen  og Tórður Thomsen bjargar

 

4-4: Jákup Jakobsen og Teitur Matras Gestsson bjargar

 

4-5: Bartal Wardum

 

5-5: Oddur Á. Højgaard

 

5-6: Heri H. Mohr

 

6-6: Pætur Hentze í stólpan og í málið!

 

6-6: Michal Przybylski og Tórður Thomsen bjargar

 

7-6: Sølvi Sigvardsen

 

Dómari: Petur Reinert

 

NSÍ: Karstin Hansen (Tórður Thomsen, 119.) – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Pætur Hentze, Betuel Hansen (Tróndur Jensen, 76.), Mórits Heini Mortensen (Búi Egilsson, 76.), Pætur Turiðarson Skipanes – Jacob Trenskow, Aron Knudsen (Sølvi Sigvardsen, 113.), Klæmint A. Olsen

 

Gult kort: Mórits Heini Mortensen

 

Venjari: Bill Jacobsen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen (Heðin Hansen, 96.) – Mads Bo Mikkelsen (Michal Przybylski, 66.), Dan í Soylu (Ási Dam, 115.), René Shaki Joensen, Adrian Justinussen (Pætur J. Petersen, 68.) – Hilmar Leon Jakobsen, Áki D. Samuelsen

 

Gult kort: René Shaki Joensen, Bartal Waradum, Teitur Matras Gestsson

 

Venjari: Kevin Schindler