B36 reisti seg úr øskuni

U-21 steypafinala: NSÍ misti fullkomuliga takið eftir at hava verið á greiðari sigurskós

U-21 hjá B36 vann í kvøld finaluna um Thomas Dam Intersport steypið ímóti NSÍ

Tað var øgiligur dramatikkur, tað vóru heilt nógvar spentar støður og góðir málmøguleikar, og málverjarnir báðir bjargaðu fleiri ferðir sera væl.

 

U-21 hjá B36 vann í kvøld á Tórsvølli finaluna um Thomas Dam Intersport steypið 3-2 ímóti favorittunum í NSÍ. Tá ið teir fóru at hvíla seg, var NSÍ á odda 2-0, NSÍ hevði havt fleiri góðar málmøguleikar, og tá kendist spurningurin heldur vera, hvussu stórur NSÍ sigurin fór at verða, enn at B36 skuldi megna at svara aftur.

 

Stóri spælarin fyrsta tíman var Jacob Trenskow, sum var sera eyðsýndur. Hann setti hol á, tá ið ein hálvur tími var farin. Jørgen Nielsen átti uppleggið, og tríggjar minuttir undan steðginum økti Jacob Trenskow um leiðsluna til 2-0.

 

Nøvnini á pappírinum kundu bent á, at NSÍ var betur mannað, enn B36 var. Men í seinna hálvleiki varð tað staðfest, at tað eru ikki nøvn, sum vinna fótbóltsdystir, men at tað er liðavrikið, sum telur. Og so skal leggjast aftrat, at Martin Agnarsson gjørdi heilt stóran mun, tá ið hann sjey minuttir undan steðginum varð skiftur inn og gekk á odda við góðum hugburði og lyfti liðfelagarnar fram til fínt avrik.

 

Brian Slyne minkaði um munin við brotssparki tíggju minuttir eftir hvíldina, og tíggju minuttir undan leikloki var tað Markus Hellisdal, sum javnaði.

 

So reið tað um snarið. Tað vóru nógvar spentar støður, tað var ikki so sjáldan óruddiligt, tí tað vóru nógv mistøk í uppspælinum, og tað vóru fleiri misnýttir málmøguleikar.

 

So lá tað í luftini, at talan fór at verða um longda leiktíð. Inntil tað restaði ein minuttir. Tá var tað Rani Berg í Soylu, sum sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin í málið. NSÍ vildi hava dómaran at bríksla fyri frísparki ímóti Rana Berg í Soylu, sum  teir vildu halda hevði brúkt hondina at fáa bóltin inn um verjuna, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í, og so lyftu teir í árstalsfelagnum steypið.

 

Besti maður varð B36 málverjin Sámal Johannesen kosin at vera.

 

U-21 hjá B36 vann í kvøld finaluna um Thomas Dam Intersport steypið ímóti NSÍ