B36 roynir at loysa knútarnar

Fleiri profilar hava skift felag, og viðhaldsfólkini seta spurnartekin við gongdina. Men nevndin arbeiðir við fleiri loysnum, og felagið brynjar seg til at vinna heiðursmerki í 2011, sigur formaðurin

Fyrst skifti Christian Restorff Mouritsen.
- Ætlanin er framvegis at røkka so langt sum tilber sum fótbóltsspælari, segði hann, tá skrivaði undir við íslendska Val.
So fór Jónas Tór Næs sama veg.
Síðan boðaðu Bárður Olsen, EB/Streymur, og Hjalgrím Elttør, KÍ, frá, at teir fóru aftur í sítt barndómsfelag.
Úrslitið er ein skerdur leikarahópur í B36.
Frágongdin av landsliðsleikararum og profilum merkist sjálvsagt.
Sámal Ímundarsson er formaður í B36.
Hann sigur, at tað er ein trupulleiki, tá spælarar fara uttanlands, men nevndin fer sjálvsagt ikki at seta fót fyri teimum.
At Hjalgrím Elttør og Bárður Olsen eru farnir í annað felag, roynir nevndin at venda til ein fyrimun.
- Hjalgrím Elttør og Bárður Olsen er frálíkir spælarar, og teir hava tænt felagnum væl seinasta árið. Tað er hinvegin ein sannroynd, at vit skutu ov fá mál í heusm kappingarárinum. Vit spældu frálíkan fótbólt í fleiri dystum, men tað eru málini og úrslitini, sum eru avgerandi tá avtornar. Tað setur krøv til okkum, og vit skulu hugsa um, hvørjar eginleikar, vit skulu dúva upp á, nú avloysararnir skulu finnast, sigur Sámal Ímundarsson.

Spælarar eru á veg
Hópurin hjá B36 er nógv broyttur seinastu mánaðirnar.
Umframt Mouritsen, Olsen, Elttør og Næs, fóru Jóan Pauli Dahl Jakobsen og Johan Ellingsgaard til Danmark í lestrarørindum í summar.
Sámal Ímundarsson sigur, at nevndin fer skjótt at kunngera nýggjar leikarar.
- Leisturin er samstundis, at vit vilja menna spælararnar, sum eru uppvaksnir í felagnum. So vit ætla ikki at knýta fleiri spælarar at hópinum. Tað verður hugsa væl og virðiliga, um hvørja avgerð, sigur Sámal Ímundarsson.

Væl fyri fíggjarliga
B36 brúkti nógvar pengar undan kappingarárinum í fjør.
Sigfríður Clementsen varð settur sum venjari, og Dmitrije Jankovic, Hjalgrím Elttør, Bárður Olsen, Heini í Skorini, Meinhardt Joensen, Símun Joensen vóru knýttir at hópinum.
Kappingarárið miseydnaðist. B36 rakk ikki longur upp enn eitt sætta pláss á stigatalvuni, og felagið skal ikki umboða Føroyar í altjóða kapping í 2011.
Tað merkist, váttar Sámal Ímundarsson. Men hann staðfestir, at felagið er ikki kroyst fíggjarliga.
- Vit hava mist nógvar pengar við ikki at spæla okkum í altjóða kapping. Ovastu liðini hava sjálvsagt betri møguleikar í fíggjarligu kappingini um spælarar. Men tað stendur væl til hjá B36, og vit fara stremba eftir at vinna heiðursmerki næsta kappingarár, sigur Sámal Ímundarsson.