Sunnudagin sendi HB grannarnar í B36 úr steypakappingini. HB var frammanfyri 2-0 í 1. hálvleiki, og støðan var 3-0, áðrenn B36 fekk um endan og tvær ferðir minkaði um munin, og síðstu løtuna var tað heilt spennandi.
Undan grannauppgerðini í landskappingini er tað greitt, at tað enn eina ferð verður neyðugt at umskipa B36 verjuna. Eli Falkvar Nielsen, sum sunnudagin var undir liðini á Hørði Askham í miðverjuni, er leikbannaður. Klæmint Matras er skaddur, Karl Martin Danielsen er langtíðarskaddur, og Robert Heðin Brockie, sum í fjør var sjálvskrivað val, er burturstaddur.
Upplagt at flyta Símun í verjuna
Tá ið tað stendur so illa til við fólki, hevði verið upplagt at flutt verjukenda miðvallaran Símun Joensen aftur í miðverjuna, har hann viðhvørt hevur vikarierað, men tað ber heldur ikki til, tí Símun noyddist av vøllinum sunnudagin orsaka av knæskaða, og hann verður ikki tøkur í kvøld.
- Vit hava gott mót, og tað kann gott vera, at tað verður ein nýggjur og á hesum støðinum óroyndur maður, sum fær møguleikan, og satt at siga stúra vit ikki fyri hesum, tí nýggi maðurin hevur í 1. deild víst, at vit skulu rokna við honum, sigur liðformaðurin og hjálparvenjarin Jákup á Borg.
Hann sipar til 20 ára Anders Eriksen, sum í fyrstu umførunum hevur verið álitið í miðverjuni hjá liðnum í 1. deild, sum eftir fýra umfør hevur fult stigatal og málmunin 18-4.
- Hann flutti í B36 í fjør. Anders er stórur og sterkur, hann hevur góða spælfatan, og hann dugir væl at finna saman við liðfeløgunum. So tí kvíga vit ikki so nógv fyri, sigur Jákup á Borg.
Hvat skal gerast øðrvísi
Hvat ber við sær, at tit rokna við, at tað hesa ferð skal ganga øðrvísi, enn tað gjørdi, tá ið tit sunnudagin taptu 3-2 ímóti HB?
- Serliga seinni parturin av 2. hálvleiki. Tá fingu vit rættiliga um endan. Fyrsta stóra tíman vóru vit als ikki so við upp á tað, sum tað er neyðugt at vera, um hugsningur skal vera um at fáa nakað burturúr so góðum liði sum HB. Tí skulu vit taka útgangsstøði í tí, sum vit vístu síðstu løtuna sunnudagin. Og um nakað skal spyrjast burturúr, so er alneyðugt, at vit sleppa undan persónligu mistøkunum, ið kostaðu so nógv ímóti HB.
HB fegnast um steypasigurin
HB venjarin Heðin Askham fegnast um, at tað eydnaðist at vinna steypadystin:
- Tað var málið, og at tað eydnaðist ber boð um, at úrtøkan ímóti B36 var betri, enn hon oftast hevur verið tey seinnu árini. Sjálvandi ætla teir sær at byggja upp á avrikið síðstu løtuna. Tá ið vit síggja hetta frá okkara síðu, so mugu vit staðfesta, at nógvir av okkara síðstu tíggju minuttirnar, tá ið teir pressaðu, mistu høvdið. Tað vóru fyrst og fremst royndu menninir – Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum – ið lyftu liðið fram ímóti sigrinum. Teir hava verið framúr higartil í ár. Nú ræður um at fáa skil aftur á spælið í borðunum. Serliga síðstu løtuna vóru vit ikki sannførandi í tí partinum. Um tað fæst at rigga aftur, so hava vit gott mót.
Sunnudagin var tað steypadystur, og í kvøld verður tað landskappingardystur. Er tað stórur munur á avbjóðingunum?
- Í steypakappingini ræður um at vinna hvørja ferð. Tað gerst tú ikki í landskappingini. Vit fara eftir sigrinum, men tað er greitt, at fyritreytirnar eru øðrvísi, enn tær vóru sunnudagin, sigur HB venjarin.