B36 skiftir málverja

Aftur í dag er Bjarni Petersen liðformaður hjá B36

Tað er annar maður millum B36 stólparnar í dag, enn tað var mánakvøldið, tá ið B36 við sannførandi 3-0 heimasigri ímóti Víkingi vann seg í steypafinaluna, sum klokkan 16 í dag verður á Tórsvølli ímóti NSÍ.

 

Mánakvøldið vardi Hans Jørgensen B36 málið. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Hans Jørgensen var í besta B36 málinum. Tað var hann, tí Mattias H. Lamhauge var skaddur í knænum undir venjing stutt undan seinnu hálvfinaluni.

 

Nú er Mattias H. Lamhauge komin fyri seg aftur, og hann er í dag aftur í B36 málinum. Mánakvøldið var B36 liðformaðurin Andrias H. Eriksen á beinkinum, tí hann var skaðadarvaður. Í dag er Andrias H. Eriksen hvørki á beinkinum ella á vøllinum. Hann er ikki á listanum.

 

Mánakvøldið var Bjarni Petersen liðformaður og sera eyðsýndur miðverji, og aftur í dag er Bjarni Petersen liðformaður og í miðverjuni saman við Lukas S. Enevoldsen.

 

Burtursæð frá, at Mattias H. Lamhauge er aftur í málinum, so eru tað teir somu, sum mánakvøldið vóru við til at vinna ímóti Víkingi, sum í dag eru á vøllinum:

 

B36: Hans Jørgensen – Benjamin Heinesen, Bjarni Petersen, Lukas Enevoldsen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Mathias Thrane – Hannes Agnarsson, Andrass Johansen, Bj­­­­arki C. Nielsen – Sebastian Pingel

 

Á beinkinum: Hans Jørgensen, Eli Falkvard Nielsen, Hákun Edmundsson, Mattias Weihe Joensen, Andreas Thomsen, Ragnar Samuelsen og Martin Agnarsson

 

Venjari: Dan Brimsvík