B36 vann fyri fyrstu ferð síðani 1. apríl

Fyri aðru ferð í ár er EB/Streymur á veg úr Gundadali við teprum tapi

Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið B36 í kvøld hevði vitjan av EB/Streymi. Málskjútti var Gutti Dahl-Olsen, sum í vetur flutti frá barndómsfelagnum EB/Streymi og til B36. Uppleggið átti miðvallarin Anton Søjberg Horup. Hetta var í 13. minutti.

 

Heimasigurin hjá B36 er sera kærkomin. Í kvøld vann B36 fyri fyrstu ferð í landskappingini síðani 1. apríl, tá ið B36 vann 4-1 undir Mýruhjalla á Skála. Síðani tá hevur B36 í fimm dystum bara vunnið tvey stig.

 

Tá ið tað bara er eitt mál á muni er tað spenningur, og soleiðis var tað í Gundadali í kvøld. EB/Streymur setti í løtum fínan dám á spælið, og onkra ferðina stórbjargaði Bjarti Vitalis Mørk í B36 málinum. Men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í B36 málið, og so fór EB/Streymur fyri aðru ferð í ár at fara úr Gundadali eftir at hava tapt tepurt. 19. apríl tapti EB/Streymur 2-1 á útivølli ímóti HB.

 

Ta ferðina var tað Filip Djordjevic, sum legði EB/Streym á odda 1-0. Í kvøld var Filip ikki á listanum hjá EB/Streymi, sum eisini saknaði skadda liðformannin Andras Ó. Olsen, og Virgar Jónsson, sum higartil í ár hevur verið eyðsýndasti spælarin hjá EB/Streymi, var eisini skaddur í kvøld.

 

1-0 heimasigurin í kvøld ber við sær, at B36 hevur 14 sig og er á fimta plássi. Mánadagin, 2. hvítusunnudag, fer B36 at spæla ímóti grannunum í HB. Tá fer EB/Streymur vestur til Sørvágs at hitta 07 Vestur.

 

Eftir fyrsta triðingin er EB/Streymur á áttanda plássi við fýra stigum.