B36 vísti fínt avrik

Michal Przybylski var málskjútti, tá ið Viborg í síðstu løtu vann 2-1 á Tórsvølli

B36 er ikki longur partur av europeiskum fótbólti á hesum sinni. Í kvøld tapti B36 2-1 á Tórsvølli ímóti Viborg, sum er samantaldur vinnari við 5-1, og sum nú fer at royna seg ímóti West Ham í kapping um pláss í Europa Conference League bólkaspælinum.

 

3-0 á útivølli fyri einari viku síðani legði ikki upp til, at hetta fór at verða serliga undirhaldandi. Men soleiðis vildi B36 ikki, at tað skuldi vera. Avrikið hjá árstalsfelagnum var kanska tað besta yvirhøvur í ár, og tað er einki at liggja omaná, at um B36 heldur fram við tí hugburði, áræði og avriki, sum teir hvítu vístu á Tórsvølli í kvøld, so eigur tað at vera góður møguleiki fyri, at B36 eisini í 2023 fer at eiga sess í Europa.

 

Tað hekk væl saman millum keturnar, avtalurnar vóru greiðar, og serliga í fyrra hálvleiki var eingin munur á B36 og í løtuni eitt av bestu feløgunum í superliguni.

 

Viborg liðið var ikki heilt í somu útgávu sum fyri einari viku síðani. Sum seinni hálvleikur leið, sást tað, at munur er á yrkisspælarum í bestu donsku deildini og meiri ella minni amatørum í føroyskum felag.

 

Orkan hjá B36 gekk so smátt undan, og tá ið Viborg miðskeiðis í seinna hálvleiki legði seg á odda, tá ið Nils Mortimer sneiddi inn úr høgru og setti bóltin í handara síðunetið, var kenslan, at nú var ballið buðið.

 

B36 gav ikki skarvin yvir, og mest sum burtur úr ongum eydnaðist tað B36 í fínum álopi at javna. Michal Przybylski var við í uppspælinum mitt á og í høgru, so varð spælt í vinstru til Andrass Johansen, sum legði innfyri málið, har Michal Przybylski var á rætta staðnum og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.

 

So var 1-1, og tað sá í lítla løtu út til, at B36 í síðsta europeiska dystinum á hesum sinni fór at fáa føroyska Europa roknskapinum eitt stig aftrat. Tað eydnaðist tó ikki. Viborg átti meiri orku, og tað eydnaðist innskifta Alassana Jatta  at stúta sigursmálið eftir innlegg úr vinstru.

 

Nú er setingurin hjá B36 fríggjakvøldið at spæla ímóti Skála. Avrikið í kvøld eigur at bera gott mót við sær fyri teir í B36, bæði fríggjakvøldið og tað, sum er eftir at hesum kappingarárinum.

 

-

 

B36 – Viborg 1-2 (0-0)

 

0-1: Nils Mortimer 64.

 

1-1: Michal Przybylski 79.

 

1-2: Alassana Jatta 86.

 

Viborg samantaldur vinnari við málmuninum 5-1

 

Dómarabólkur úr Kekkia: Pavel Orel, Adam Horak, Martin Leska og Marek Radina (4. dómari)

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Thor Høholt, Lukas Enevoldsen, (Andrias H. Eriksen, 76.), Martin Agnarsson – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (Ragnar Samuelsen, 69.) – Hannes Agnarsson (Bjarki C. Nielsen, 69.), Michal Przybylski (Rasmus Reihdar Nissen, 81.), Andrass Johanssen (Jógvan Gullfoss, 76.) – Brian Jakobsen

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, Benjamin Heinesen, Magnus Egilsson, Sonni Ragnar Nattestad

 

Gult kort: Magnus Holm Jacobsen, Símun Sólheim

 

Venjari: Dan Brimsvík

 

Viborg: Lucas Lund Pedersen – Daniel Anyembe, Zan Zaletel, Mads Lauritsen, Christian Sørensen – Jan Zamburek (Clint Lemans, 61.), Jeppe Grønning, Mads Søndergaard Clausen (Jacob Jensen, 61.) – Nils Mortimer (Sofus Berger, 79.), Jay Ray Grot (Alassana Jatta, 73.), Ibrahim Muhammed Said (Justin Lonwijk, 46.)

 

Gult kort: Jeppe Grønning, Nils Mortimer, Justin Lonwijk

 

Venjari: Jacob Fischer Friis