B68-dagur á Svangaskarði í dag

Nógv tiltøk verða á skránni á Svangaskarði í dag, og eitt nú fer gullliðið hjá B68 (1992) at spæla steypadyst móti NSÍ-liðnum, sum spældi hetta sama árið Tofta Ítróttarfelag skipar í dag fyri B68-degi á Svangaskarði. Endamálið við degnum er at savna pening inn til virksemi felagsins, samstundis sum fólk fáa eitt hugnaligt upplivilsi á Svangaskarði.

Skráin, sum er løgd fyri dagin, byrjar klokkan 11 í morgun við tilmelding til stuðulsrenning og innlatan av teknaðum stuðulsbløðum. Eisini ber til at tekna stuðulsbløð á Svangaskarði beint fyri renningina.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, verður eisini við á Svangaskarði klokkan 11.30 í morgun, tá hann fer at seta hol á upphitingina til renningina, sum byrjar klokkan 12.

Okkurt leskandi verður at fáa, og kastað verður eisini lut um gávukort, sum verður latið í sambandi við stuðulsrenningina.

Klokkan 15 verður fótbóltsdystur millum B68 og TB, 1. deild (menn), og klokkan 17.30 verður áhugaverdur steypadystur millum gullliðið hjá B68 (1992) og NSÍ-liðið, sum spældi hetta árið.

Tofta Ítróttarfelag hevur leigað nýggja tjaldið hjá Bátafelagnum, og hetta verður karmur um fleiri av tiltøkunum í dag. Í tjaldinum verður eitt nú loppumarknaður, mattombola og tónleikur.

Skipað verður eisini fyri fótbóltskapping fyri børnum.

Frá klokkan 17 seinnapartin leygardagin kunnu fólk keypa sær góðar B68-búffar við eplum og grønmeti í tjaldinum.

Stóri B68 dagurin endar við dansi, sum byrjar klokkan 23 við 18 ára aldursmarki.